Uppskrift: Ahlgrens pannacotta

Ert tú eisini ein av teimum mongu, sum elska Ahlgrens Bilar? So er hetta avgjørt ein desert til tín (Umleið 10 gløs)

Uppskrift: Ahlgrens pannacotta
2020-02-01 21:10 Author image
Birita Olsen 2020-02-01 21:10

Ert tú eisini ein av teimum mongu, sum elska Ahlgrens Bilar?
So er hetta avgjørt ein desert til tín!

[object Object]

Tað einasta, tú skalt brúka, er:

  • 7,5 dl. róma
  • 2 pk. Ahlgrens Bilar
  • møguliga reyða og grøna fruktfarvu - hetta er tó ikki neyðugt

[object Object]

Framferðarháttur:

Sortera bilarnir eftir farvu, so tú hevur umleið 40-45 bilar av øllum farvunum, og legg síðani hinar til síðis (teir skulu nýtast til pynt).

Hita 2,5 dl. róma í einari grýtu.
Tá hetta næstan kókar, tekur tú grýtuna av plátuni og koyrir tað fyrsta slagið av bilum í - tað farvuna, sum tú ynskir at hava niðast.
Rør hetta so saman til bilarnir eru smeltaðir.

Tipp: Her brúkti eg eitt lítið sindur av fruktfarvu fyri at fáa farvuna meiri sjónliga, men hetta er ikki neyðugt.

Síðani fordeilir tú hetta í gløsini, og stillar tað kalt í umleið 1,5-2 tímar.

Síðani gert tú akkurát tað sama við hinar báðar farvurnar.

(Til tað ljósareyða nýtti eg eisini eitt lítið sindur av fruktfarvu)

Til seinast kann man pynta við nøkrum bilum omaná pannacottaina.

Vælgagnist.

[object Object]

Stutt lýsing um Biritu:

[object Object]

Birita Olsen er 28 ár, uppvaksin Undir Gøtueiði og er nú búsitandi í Saltangará.
Hon er gift við Búgva V. Olsen og eiga tey bæði tvær døtrar, sum eita Annika & Linnéa.

Hon er útbúgvin kondittari, men er í løtuni undir øðrum lesnaði.

Birita fær íblástur ymsa staðni frá, bæði frá bloggarum, av heimasíðum, av bindiklubbum og so eisini heimanifrá.