At vera nýbyggjari

Partur 1: Vit høvdu ikki tíð at eta, og flestu dagar funnu vit útav áleið níggju um kvøldi, at vit einki høvdu etið hendan dagin

At vera nýbyggjari

(Mynd: André Blinkilde/TV 2)

2020-09-28 20:03 Author image
Sunnvá Dahl Rasmussen 2020-09-28 20:03

Sjeikurin og eg valdu í januar 2020 at melda okkum til upptøkuroyndina til sjónvarpsrøðina ‘Nybyggerne’. Í januar mánaða høvðu vit ongantíð ímyndað okkum, at vit fóru at vera her, sum vit eru í dag.

‘Nybyggerne’ er ein sending, ið hevur verið víst á TV2 tey seinastu fimm árini. Í stuttum snýr sendirøðin seg um fýra pør, ið hvør í sínum lagi, skulu liðugtbyggja og innrætta hvør síni hús. Sendirøðin er í nýggju pørtum, og í hvørjum parti fara pørini í holt við eitt ella fleiri nýggj rúm í húsinum. 300.000 krónur eru at byggja fyri. Í hvørjum parti hevur eitt par møguleika at vinna 20.000 krónur afturat fíggjarætlanini fyri at byggja og innrætta besta rúmið.

[object Object](Mynd: André Blinkilde/TV 2)

Tá síðsti partur verður vístur, er tað upp til hyggjaran at avgerða hvat par hevur uppiborið at vinna húsið, ið hevur eitt virði á 2,6 milliónir. Hetta verður avgjørt við sms-atkvøðu.

Tað var ein sera long mannagongd at vera til upptøkuroynd. Vit sendu fyrstu umsøknina í januar og fingu boðini um, at vit vóru í millum tey síðstu fýra pørini, miðjan apríl. Hasar fýra mánaðirnar vóru vit til ymiskar upptøkuroyndir umvegis Skype, hetta grundað korona. Her skuldu starvsetanarstjórarnir fáa eina fatan av hvussu vit eru sum par, hvat vit duga og hvussu okkara stílur er.

Tey sum kenna okkum, kunnu skjótt rokna seg fram til, at tað var mítt hugskot at melda okkum til. Eg skuldi tó ikki sannføra Martin, tí hann segði ja beinanvegin, tá eg kom við hugskotinum. Tað hevði eg als ikki væntað. Vit vóru tó bæði áhugað í, at fáa eina avbjóðing. Sjálvandi hevði áhugin fyri byggitøkni og innrætting eisini ein leiklut í avgerðini.

Tað, ið forðaði okkum eitt sindur var, at um vit komu við, so skuldu vit síggjast í sjónvarpinum. Áðrenn vit byrjaðu at taka upp hildu vit, at tað fór at vera millum størstu avbjóðingarnar fyri okkum, at skula standa frammanfyri einum sjónbandaupptøkutóli. Men har má eg viðurkenna, at vit fóru skeiv. Tað var ein nógv størri avbjóðing at arbeiða 20 tímar dagliga og harvið sova sera lítið. Tað at arbeiða hart í so nógvar tímar hvønn dag, í so nógvar dagar á rað, krevur sína orku.

[object Object](Mynd: André Blinkilde/TV 2)

Orkan fæst millum annað í heilsugóðum mati. Tað kann eg bara siga beinanvegin, tað fingu vit ikki nógv av. Vit høvdu ikki tíð at eta, og flestu dagar funnu vit útav áleið kl 21.00, at vit einki høvdu etið hendan dagin. Hetta bleiv tó betur, tá køkurin kom upp, tí so var lætt at seta okkurt útá, ímeðan arbeiði helt fram.

Nú ljóðar tað á mær, sum tað bert hevur verið strævið, og tað hevur tað eisini!! Men samstundis hevur tað verið sera avbjóðandi, læruríkt og ikki minst stuttligt. Vit hava havt tað so stuttligt og lært eina rúgvu. Vit høvdu ongantíð vilja verið hesa uppliving fyri uttan.

Eg fari hvønn mánadag tær komandi nýggu vikurnar at hugleiða um tíðina sum Nýbyggjari her á Hús og heim. Hvørja viku fari eg at taka samanum, tað rúmið, ið júst er liðugtbygt og leiða tykkum til hvat fer at henda komandi vikuna.

Frumsýningin verður mikudagin tann 30. september klokkan 19 føroyska tíð á TV2 og TV2play umframt í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 19.25. Tá fara Martin og eg í holt við fyrsta rúmið, ið er kamarið.

Eg vóni, at tit vilja fylgja Martini og mær á okkara Nybygger ferð. Vit hoyrast um eina viku.

// Sunnvá

------

 

[object Object]

Navn: Sunnvá Dahl Rasmussen

Aldur: 25 ár

Stutt lýsing: Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.

Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.

Instagram: @Sunnvadahlrasmussen

Facebook síða: Nybyggerne - Sunnvá & Martin