Ein túr í havan

Nú veturin er komin, hugsar man nokk ikki um at stákast í havanum. Men um tú ætlar, at tulipanir skulu prýða havan ella, at páskaliljurnar skulu blomstra um páskirnar, er tíðarskeiðið oktobur til novembur besta tíð at seta niður.

Ein túr í havan
2019-09-25 21:34 Author image
husogheim.fo 2019-09-25 21:34

 Skrivað: Rakul Dalsgaard-Jakobsen

Nú veturin er komin, hugsar man nokk ikki um at stákast í havanum. Men um tú ætlar, at tulipanir skulu prýða havan ella, at páskaliljurnar skulu blomstra um páskirnar, er tíðarskeiðið oktobur til novembur besta tíð at seta niður.

Eg havi ongantíð áður roynt at seta niður leykir, og havi tí ráðført meg við abba mín, sum er gartnari.

Orsøkin til, at man setur leykirnir niður um veturin er, at teir skulu hava eitt tíðarskeið við kulda fyri at fáa besta úrslit.

Hetta brúktu vit, tá vit plantaðu tulipanleykir:

Fyrst plantaðu vit í urtapottar. Tá kann man brúka leykir, ið eru viðgjørdir soleiðis, at teir eru klárir at blomstra umleið 10 vikur eftir, teir eru settir niður.

 

Mannagongd

Í botnin á urtapottinum leggur man eitt lag av Fibertex og eitt lag av skervi soleiðis, at vatn kann renna frá, uttan at moldin fylgir við. Ístaðin fyri skerv, kann man brúka Lecakúlur. Eitt lag av Fibertex verður lagt afturat og so mold á, umleið 4-5 cm.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Tulipanleykirnir skulu leggjast við spíska partinum peikandi upp í loft, omaná moldina.

[object Object]

[object Object]

Seinast verður mold løgd á, umleið 1-2 cm upp um leykirnar, og vatn verður stoytt útyvir.

So skal urtapotturin goymast kalt, t.d. í einum køldum kjallara, í 10 vikur. Eftir hesar 10 vikurnar, tekur man pottin inn og setur hann í vindeygað, so hann fær dagsljós og stovuhita. 

Ætlanin var eisini at seta leykir beinleiðis niður í havan. Men abbin hevði longu sett niður, so ístaðin settu vit í ein stóran urtapott fyri at illustrera, hvussu man ger. Mannagongdin er lík tí, tá man plantar í urtapott, tó eru nøkur undantøk. Man kann brúka ein bakka at leggja leykirnar í. Ætlanin við bakkanum er tann, at tá ið avblomstrað er, kanst tú taka bakkan við leykunum upp og goyma teir til komandi heyst, tá kann man seta teir niður aftur.

Mannagongd

Grava eitt hol. Vanligt er, at um leykurin er 5 cm høgur, skal dupult so høgt av mold leggjast útyvir – so í okkara føri, var holið 15 cm. Bakkin verður settur niður í holið, og leykirnir settir í hann við spíska partinum upp í loft.

[object Object]

Ein tummilsregla, tá man setur leykir niður í havan er, at tað skulu vera umleið 5- 10 cm ímillum. Tá leykirnir eru settir niður, verður mold løgd á.

Fyri at vita, hvar man hevur sett niður, kann man seta ein pinn ella annað merkið, so man veit akkurát, hvar teir eru.

[object Object]

[object Object]

Minst til

Tá man keypir leykir, fylgir ofta ein mannagongd við, og hesari skal man fylgja av tí, at leykirnir kunnu vera ymiskir.

So er bert at bíða eftir, at tað fer at vára.

Prei frá gartnaranum

Fyri at verja knøini, er smart at hava okkurt bleytt undir, tá man liggur á knæ, meðan arbeitt verður í havanum. Her er tað ein gamal skammil, ið hevur skúm klistrað fast undir setrinum. 

[object Object]

[object Object]