Eitt heimagjørt heimskort

Einki var at missa, eydnaðist hugskotið, so var tað frálíkt. Vóru vit ikki nøgd við heimskortið, so tóku vit bert restina av pussinum burtur

Eitt heimagjørt heimskort
2021-02-16 20:55 Author image
Karin O. Joensen 2021-02-16 20:55

Eftir vit keyptu húsini, hava vit spælt okkum við tankan um ein ráðan múrsteinsvegg. Vit vistu, at eitt vindeyða var goymt aftanfyri tann eina veggin í stovuni. Tað ynsktu vit at fáa fram aftur. Tí var nemt at velja sama veggin. Tað mesta av honum skuldi brótast niður alíkavæl.

Les eisini: Patur 1 - Okkara fyrsta húsakeyp

Fyri at gera heildararbeiðið lættari, valdu vit at gera alla stovuna undir einum. Tað legst ómetaliga nógv støv allastaðni undir sovorðnum arbeiðið, so tað tóktist at vera besta loysnin í hesum førinum.

Ein stór uppgáva var nú fyri framman. Mitt í øllum støvrokinum og umgirdur av múrsteinum, fær Dánjal hugskotið, at gera eitt heimskort av pussinum, ið var á vegginum. Einki var at missa, eydnaðist hugskotið, so var tað frálíkt. Vóru vit ikki nøgd við heimskortið, so tóku vit bert restina av pussinum burtur.

[object Object]

Eg var nakað skeptisk, men valdi at tiga.

Tað skal ikki verda nøkur loyna, at eg ofta havi ringt við at fylgja við hugskotunum hjá Dánjal. Hann kann hava 100 ting koyrandi í senn og alíkavæl hava yvirlit. So ofta sleppi eg bara teymunum, ella rættari sagt mínum meiningum og lati hann koyra víðari sjálvur.

Til alla lukku, helt hann seg ikki aftur, hóast mítt væntandi bjartskygni.

Tað gingu ikki nógvir tímar, so var heimskortið á vegginum.

[object Object]

[object Object]
Áftaná

[object Object]

[object Object]

 

Londini, sum mangla, eru dottin av undir tilgongdini. Ætlanin er, at tey skulu uppaftur seinni:

[object Object]

Framferðarháttur:

• Lýs á veggin við projektor

• Sker heimskortið leyst frá restini av vegginum, heilt inn til múrsteinarnar

• Høgg alt pussið burtur, ið er uttanum.

• Smyr veggin væl við grundara, helst við lítlum pensli, so man kemur væl inn í øll hol. Tað fyrsta lagið sýgur nógv í seg, ímeðan aðru ferð, fer sera lítið á.

 

----

[object Object]

Eg eiti Karin og eri gift vid Dánjal. Saman eiga vit børnini, Natalia, Nóa, Jónas og í komandi viku verda vit ríka vid enn einum beiggja.

Vit eru búsitandi í Vejle.

Eg lesi eina ”professiónsbachelor í ernæring og sundhed”, og eri avloysari á einum krisicentri fyri kvinnur og børn.

Komandi januar til septembur farið eg enn einaferð í barsil.

Dánjal er útlærdur múrari og býggifrøðingur. Hann arbeiður sum projektleiðari á renoveringsdeildini hjá Casa AS.

Vit hava stóran áhugað fyri umvæling, innrætting, endurnýtslu, kreativiteti, familjulívinum og øllum har ímillum.

Um tit ynskja at fylgja okkara dagligu renoveringsprojektum eru vit at finna á Instagram her.