2020-03-11 19:26 Author image
Beinta V. S Hentze 2020-03-11 19:26

Tað er sera nógv at hugsa um, tá ein familja skal seta egið búgv. Hvar skulu húsini vera, hvør stødd passar best til teirra tørv. Hvussu nógv kømur skulu vera, skal tað vera í høvuðsstaðnum ella úti á bygd? Skulu tað vera eini brúkt hús, ella skal man byggja eini nýggj hús? Skulu húsini hava garð, bilhús, pláss til bilin, tætt við stovn/skúla, skulu fleiri hæddir vera ella skal tað vera eittplanshús?

Nógvir tankar fara ígjøgnum høvdið á einum. Tí tá ein keypir eini nýggj hús, leitar ein eftir einum heimið, har tryggar rammur skulu vera og har ein skapar góð minnir. Tað er tí sera umráðandi at øll trívast í tí nýggja heiminum.

[object Object]

Lættasta loysnin um at fáa sítt dreymaheim er at byggja eini nýggj hús. Tí tá kann ein bæði velja snið, stødd, innrætting av rúmum og hvat skal vera í húsinum. Tó eru tað fleiri, sum keypa eini brúkt hús. Svarið uppá tað er at tað er torført at fáa eitt grundstykki akkurát har ein ynskir. Eisini tekur tað langa tíð, at byggja eini nýggj hús.

Eg og maðurin valdu at keypa eini brúkt hús. Orsøkirnar vóru faktiskt fleiri. Vit vildu hava bilhús, garð og stóran kjallara. Eisini var tað umráðandi at húsið hevði 3 kømur. Vit dámdu eisini væl grannalagið.

Fyri meg var tað umráðandi at maðurin var við í innrættingini av húsunum. Av tí at hann eisini skuldi búgva inni her. Fleiri hava ymiskir stílar tey innrættað eftir. Tað kann vera litir, ein bestemtur stílur ella okkurt heilt annað.

Fyri at vera heilt erlig, so havi eg ongan innrættingarstíl, uttan at eg vil hava heimið at vera persónligt, har vit 3 kunnu skapað góð minnir saman.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Stovan er í tveimum, har ein harmoniku hurð skilur stovurnar. Tann eina stovan er sjónvarpstova, meðan hin er spísistova. Sjónvarp stovan er meira “ráð”. Við innbúgv av træ, myrkt innbúgv og nøkur “ráð” pyntiting. Eisini er meira modernaði pyntiting blandaði uppí innrættingina. Veggirnir eru prýddir við persónligum myndum.  

Spísistovan fer meira til “Shabby chic” stílin. Har er innbúgvi ljóst og pyntitingini eru meira “feminin”

Á vegginum havi eg brúkt eina tallerka hyll til at hava bøkur á. Bøkurnar eru skrivaðar av abba mínum, so tær hava nakað heilt serligt at týða fyri meg. Í bonkinum undir tallerka hyllini eru øll spølini hjá okkum í.

Hóast vit bert eru 3 persónar, vildi eg hava eitt stórt spísiborð í stovuni. Tí har brúka vit nógva tíð saman, sum familja við ymiskum aktivitetum..

[object Object]

[object Object]

ANNIKA skápið inniheldur øll stellini, Rosendahl samlingina og onnur ting. Alt í ANNIKA skápinum hevur nakað heilt serligt at týða fyri meg. Stellini havi eg arvað frá ommu míni, alt hitt eru gávur.

Av tí at eg dámi væl, at tað er persónligt í innrættingini, havi eg sett tvær hillar upp, har alt tað, sum sonurin hevur gjørt ígjøgnum árini er. Í uppgongini til loftið eru fýra málningar, sum sonurin hevur málað.

Gongin hevur sum so ongan innrættingarstíl. Har ganga litirnir reytt, svart og hvítt aftur. So er eisini ein hill, sum fer meira til Shabby Chic stílin. Hundarnir sova undur trappuni, so har er ikki nøkur innrætting.

Sovikamari hevur bara eina dupultsong og eina einkult song inni. Tað kemur av, at kamari er so lítið. Bøkur liggja beint við songina, tí so er lættari at taka sær eina góða bók áðrenn songartíð. Sjónvarp er so eisini inni í kamarinum. Men ongin innrættingarstílur av nøkrum slag.

Kamari hjá soninum stendur hann sjálvur fyri. Kamari hevur skráveggir báðumegin, tí havi eg valt tí simplu loysnina, at hava kassar til at koyra hansara leikutoy í. Hóast hann sjálvur vil bestemmað hvat er inni í kamarinum. Havi eg fingið loyvi til at keypa honum tveir fittar toyposar, at hava bilar í. Veggjaprýði havi eg eisini fingið loyvi at bestemmað. Eisini í hansara kamari gongur tað persónliga aftur. Rúmhillina havi eg málað, piltamyndina havi eg perla og bókstavaraði havi eg gjørt persónligt, so at bókstavirnir í navninum hjá honum eru bláir.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Mær dámar væl at vera kreativ, so eg havi innrættað eitt kamar at hava alt mítt kreativa samla í. Av tí at rúmið er so lítið, so er tað ikki lætt at innrætta rúmið. Øll tingini eru á hillum og eitt skrivaraborð er, so at eg kann brúka telduna, um eg havi hug til tað.

Húsið er í trimum hæddum, men kjallarin er ikki innrættaður. Tí er tað bara tær báðar ovastu hæddirnar, sum verða mest brúktar. Tá vit valdu húsið, var tað umráðandi fyri okkum, at tað var ein stórur garður, sum sonurin kundi spæla í og vit høvdu eitt bilhús. Tað ynski fingu vit so uppfylt.

Alt í alt eru vit sera glað fyri okkara deiliga heim, sum vit hava búð í 6 ár. Her hava verið nógvar góðar løtur. Vit hava skapt eitt familjulív og vita at her inni kunnu vit vera trygg. Tað er tað sum er mest umráðandi. At ein trívist og følir seg heima í sínum egna heimið.

[object Object]

[object Object]

Beinta V. S Hentze