Forkela mammu tína á mammudegnum

Mammudagur er sunnudagin 10. mai. Mær dámar væl at forkela mammu mína og geva henni okkurt lekkurt. Her vísi eg, hvussu tú kanst gera tína egnu konfekt

Forkela mammu tína á mammudegnum
2020-05-05 20:02 Author image
Anna á Hædd Stampe 2020-05-05 20:02

Sunnudagin tann 10. mai er mammudagur. Hendan dagin dámar mær væl at forkela mammu mína og geva henni okkurt lekkurt.

Í fjør var gávan persónlig frá mær. Eg hevði gjørt konfekt úr hjørtum.

Í samstarvi við IDEmøblar og Kopp & Kannu, vil eg vísa tær hvussu, tú kanst gera tína egnu konfekt til mammu tína, ella onkran tú ert góð/ur við.

[object Object]

Amboð tú skalt brúka:

Ein hjartaform frá Mette Blomsterberg

Ein palettknív (eg brúki frá Mette Blomsterberg)

Eitt termometur til sjokulátu (eg brúki frá Mette Blomsterberg)

Sproytiposa

Deiggjskravara

Bakipapír

Vatt

Ein bolla, sum ikki heldur uppá hitan (um tú ætlar at temperera sjokulátuna í mikroovni)

Tilfar:

400 gr. myrka sjokulátu

Eina dós karameliseraða mjólk (Dulce de leche)

Tilgerð:

Allar fyrst er tað sera umráðandi, at hjartaformurin verður reinsaður og pussaður væl. Her brúki eg vatt at pussa við.

[object Object]

Tá ið formurin er klárur, fari eg í gongd við at temperera sjokulátuna.

Eg býti sjokulátuna upp soleiðis: Eg koyri 2/3 í bollan, og 1/3 hakki eg og koyri í eina aðra skál. Mær dámar best at temperera sjokulátuna í mikroovni. Tú ert vælkomin at gera tað yvir vatnbað, um tú ynskir tað. Mannagongdin er tann sama.

Tað, sum eg ynski, er at eg skal fáa sjokulátuna í bollanum uppá ein temperatur ímillum 45-50 stig. Tað geri eg við at koyra bollan í mikroovnin nakrar ferðir og allatíð kanna temperaturin á sjokulátuni við termometrinum. Byrja við at koyra sjokulátuna inn í mikroovnin í 30 sekund. Tá ið sjokulátan er byrjað at smelta, kanst tú koyra hana inn í 10 sekund á gangin. Tað er umráðandi, at tú ansar væl eftir at sjokulátan ikki gerst ov heit. Tá ið sjokulátan er ímillum 45-50 stig, koyrir tú tí hækkaðu sjokulátuna í, og rør væl runt. Nú fer hitin at fella skjótt. Nú skalt tú royna at røra hækkaðu sjokulátuna, soleiðis at hon smeltar saman við heitu sjokulátuni, og kemur á 32-33 stig. Tá ið sjokulátan er smeltað og er 32-33 stig, er hon klár at arbeiða við. Um sjokulátan hjá tær er farin niður um 32-33 stig, og ikki er smeltað enn, kanst tú koyra hana aftur í mikroovnin í 5 sek. á gangin, til hon er 32-33 stig. Lat hana endiliga ikki fara uppum 34-35 stig, tí so er tempereringin oyðiløgd. Tað sum hendir, tá ið tempereringin oyðiløgd, og tú fyllir formarnar við henni, so fer sjokulátan at sita føst, og tú fært hana ikki úr formunum. Og tað ynskja vit ikki skal henda.

[object Object]

Nú er klárt at fylla formin.

Eg leggi eitt bakipapír á borðið. Eg stoyti sjokulátuna í formin, og banki formin lætt niður í borðið nakrar ferðir, soleiðis at vit banka allar luftbløðrurnar úr. Síðani vendi eg formin á høvdið, so yvirskotið av sjokulátuni rennir á bakipappírið, og banki við endanum á palettknívinum á allar síðurnar av forminum.

[object Object]

Hetta ger, at vit stoypa eina tunna sjokulátaskel í forminum, og nógv pláss verður til fylluna. Tá ið sjokulátan ikki dryppar meira, skavar tú yvirskotið av við palettknívinum og setur formin á síðuna. Eftir ein minutt vendir tú honum á eina aðra síðu, og soleiðis gert tú til sjokulátan er stadnað, og ger hetta at hon stadnar javnt í forminum.

Ímeðan kanst tú gera fylluna klára. Her havi eg keypt liðugt karamell. Tað er lætt og smakkar væl. Her kann ein lætt koyra smakk í karamellið, um ein ynskir tað. Til dømis, flakisalt, rom, romaroma, baileys o.a. Tá ið sjokulátan er stadnað, fyllir tú karamellið í ein sproytiposa, klippur hol á endan og fyllir sjokuláturnar. Fyll ikki fult, tí tað skal vera pláss at lata sjokuláturnar aftur. Tú kanst gjarna lata sjokuláturnar aftur beinanvegin, men um tú letur tær standa frammi á køksborðinum í 1-3 tímar, kemur ein hynd á karamellið, og tá er lættari at lata tær aftur, tí tá fær karamellið ikki hug at renna út ígjøgnum.

[object Object]

Tú stoytir tempereraðu sjokulátuna í formin, og skavar yvirskotið av við palettknívinum. Set formin inn í køliskápið í ein tíma, so sjokuláturnar seta seg ordiligt. Tá ið sjokulátan er tempererað rætt, trekkir hon seg saman, sum ger, at hon kemur lætt úr forminum. Eftir ein tíma tekur tú formin út, vendir honum skjótt runt og bankar hann í borðið. Onkuntíð er neyðugt at banka nakrar ferðir fyri at fáa allar sjokulátunar úr.

Nú kanst tú pynta hjørtuni við gulli, silvuri ella rosa littum støvi, um tú hevur hug at gera eitt sindur eyka burturúr. Ein perfekt og persónlig gáva. Ger so væl.

[object Object]

[object Object]

 

-----

 

[object Object]

Um meg:

Eg eiti Anna á Hædd Stampe. Eg eri 30 ára gomul, og gift við Beinur. Eg eri mamma at trimum dreingum, sum eru 9 og 3 ára gamlir.

Í gerandisdegnum lesi eg námsfrøði, og annars havi eg stóran kærleika fyri at fáast við søtar sakir, og tað vísi eg nógv av á mínum instagram profili “StampeKøkur”.