Ger heimið klárt til várið - átta einføld hugskot

Hóast lívið hjá mongum í løtuni er vent á høvdi, og flest fólk halda seg heima við hús, so er tað eisini týdningarmikið at flyta tankarnar á nøkur ting vit betur hava kontrol á og ting, ið kunnu geva okkum eitt lættari og róligt sinni

Ger heimið klárt til várið - átta einføld hugskot
2020-04-06 20:25 Author image
Guðrið Helgadóttir í Gong 2020-04-06 20:25

Nú vit hava 6. apríl og várið er so gott sum byrjað... Hóast lívið hjá mongum í løtuni er vent á høvdi, og flest fólk halda seg heima við hús, so er tað eisini týdningarmikið at flyta tankarnar á nøkur ting vit betur hava kontrol á og ting, ið kunnu geva okkum eitt lættari og róligt sinni.

Í hesari grein finnur tú íblástur til hvussu tú lættliga fært heimið klárt til ljósari tíðir.

1. Rudda hillarnar

Hóast tú støvar av, av og á, so eru tað onkuntíð ting ið okkum ikki dámar, sum blíva við at standa á hillunum.. Organisera hillina við at blaka tað út, ið tú ikki ynskir longur. Sel tað ella gev tað burtur til ein nýggjan eigara.

Tak alt av hillini, og byrja á nýggjum, set upp øðrvísi enn tú plagar. Hetta hjálpur tær eisini at fáa tín persónliga stíl fram og frískar rúmið.

[object Object]

2. Vaska vindeyguni og gardinurnar

Fyri at fáa nógv ljós inn í heimið er tað týdningarmikið við reinum vindeygum. Tó hava gardinurnar eisini tørv á at vera reinsaðar og hongdar út í fríska luft av og á, bæði tí tær samla støv og skitt.

[object Object]

3. Organisera køkin

Man hevur kanska hug at steðga upp við ruddingini í køkinum tá man hevur ruddað køliskápið. Men royn og far eftir skápunum eisini! Eru ting, ið hava forstýrað teg í longri tí viðvíkjandi organisering av ymiskum, so keyp kassar ella kurvar har tú fær organiserað og møguliga skriva lepar á hvat skal hvar.

[object Object]

4. Vaska tíni balliteppi og pútu vár

Balliteppi og pútur eru góðar at hava gjøgnum heystið og veturin, men samla nógv støv og kunnu onkuntíð byrja at lukta. Tí er eitt gott hugskot at vaska tey, ella hanga tey út í nakrar tímar, so tað bæði luktar og følist frískari.

[object Object]

5. Vaska undir gólvteppinum

Gólvteppi eru sera góð at hava í heiminum, tí tað bæði skapar hugna og stíl. Tó samlast sera nógv støv á og undir teimum.

Banka alt støv av gólvteppunum og hong tey út í frísku luftina. Vaska síðani gólvið væl, har teppi plagar at liggja.

[object Object]

6. Lufta alt húsið út og keyp diffusara

Hetta er gott at gera meðan tú vaskar og organiserar húsið... Vit eru so heldig í Føroyum at hava so reina luft. Lat vindeyguni upp so tú fær tað góðu føroysku luftina inn, og finn tær síðani diffusarar ella stearinljós við luktilsi, ið hjálpa við at viðlíkhalda ein góðan lukt heima.

[object Object]

7. Brúka vár- og summar tilfar í heimi

Finn tínir yndis vár og summar litir og keyp dekorativ ting, ið hjálpa við at fríska títt heimi. Millum annað pútur, vasar og annað. Hugsa eisini her um tilfari tað er gjørt úr. Til dømis er linen, hør, glas, leir osfr. Tilfar ið beinanvegin geva okkum kensluna av ljósari og summarsligum tíðum.

[object Object]

8. Keyp nýggjar plantur ella nýggjan urtapottaskjulara

Tá tú nú hevur ruddað vaskað og organisera... So er tíð til at hyggja eftir tínum plantum. Eru onkrar ið skulu plantast um í nýggjan urtapott? Ella manglar tú eina flotta plantu til okkurt rúm? Minst til... Plantur hjálpa til við at reinsa luftina í heiminum og fáa okkum at trívast betur inni.

[object Object]

 

Guðrið Helgadóttir í Gong, innandura arkitektur

[object Object]

Eg eri 27 ára gomul og búsitandi í Tórshavn. Eg eri útbúgvin Innandura arkitekt úr Manchester School of art, og starvist við ymiskum uppgávum frá at gera gólvplan til innrættan av handli, heimi og øðrum útstillingum, eins og grafiskar uppgávur.

Til dagligt starvist eg í Vøruhúsinum á Hjalla sum sølukvinna og við marknaðarføring.