Ger reint uttan sápu

- Umhvørvisvinarlig reingering

Ger reint uttan sápu
2020-05-26 21:20 Author image
Karis í Liða Hansen 2020-05-26 21:20

(Goldið er fyri umrøðu av hesari vøru)

Reingerð er ein fastur partur av okkara lívið. Um tú ert ein kvinna og lesur hetta, so er tað sikkurt ein størri fastur partur enn tað er hjá monnunum. MEN óansæð um tú ert kvinna ella maður, so skal reingeringar arbeiði gerast!

Tá hetta er eitt afturvendandi lutur, ið skal gerast aftur og aftur, er tað umráðandi at vit gera tað rætt og gott.

Her fari eg at vísa á ein sera smartan umhvørvisvinarligan máta at gera reint uppá, uttan sápu. Tað eru vørurnar frá Biosol eg fari at nýta. Eg skal siga erligt, at eg trúði ikki hesum fyrstu ferð eg hoyrdi um tær. Tað er møguliga tí tað liggur so djúpt í mær, at tá tað skal reingerðast, so brúki eg sápu og heitt vatn.

Nú havi eg nýtt teirra vørur í nøkur ár, og kann standa inni fyri at tær eru sera góðar. Eg haldi tað er fantastiskt at kunna reingerða uttan sápu og heitt vatn. Vørurnar hjá Biosol gera nemliga djúpri reint, spara á kemikaliur, vatni og tíðina. Allar vørurnar eru umhvørvisvinarligar og uppfylla ein hvønn tørv innan tí gerandis reingerðingina.

Tá tú nýtur ein universal klút sí mynd: 

[object Object]

So gert tú fyrst klútin vátan og síðani vaskar eftir lutinum tú ynskir reinan.

Aftaná tekur tú glas klútin og turkar eftir lutinum, so hann verður turrur og reinur.

[object Object]

[object Object]

Tað eru 3 ymiskir litir av universal og glas klútum sí mynd:

[object Object]

Her á næstu myndini vísi eg á universalhanskan, hann er sera góður, mest til at støva av við. Hann dregur og heldur fast á støvinum, men skal ristast uttandura aftaná brúk.

[object Object]

Eitt stórt moppusætt er eisini við í vinninginum og tað er sera virki. Fyrst skalt tú nýta tað gráða og tað virkar sum ein “ljóðleysur dustsúgvari” og er lætt at nýta. Síðani nýtur tú tað bláu moppuna til at vaska og her skal bert vatn nýtast.

Við tí vanligu reingering, har eisini verður nýtt reingeringarevni og ein klútur, savnar klúturin umleið 85% av bakterium. Fiburni hjá Biosol eru framleidd við serligum fiburum og tí kunnu teir gera eitt slag av “rørleiðing”, har bakteriur, rusk og lortur festa seg. Tí savna upp til 99% av bakterium seg í klútarnar. Ikki fyrr enn reingerðisamboðini verða vaskaði á min. 60* (gradum), opna fiburini seg, og bakterinar og lortur vaskast úr aftur.

Eg nýti klútarnar til alt her heima - í køkinum, wc’inum, spegl, gløs osv.

Vit hava eina kapping inni á okkara Facebook síðu, har til ber at verða við til at vinna alt hetta.

-----

 

[object Object]

Karis í Liða Hansen, eri 29 ár. Eri gift við Osvald P. Hansen og vit búgva í Tórshavn. Eg eri útbúgvin tannrøktari.

Seinastu 2 árini so havi eg ikki kunna arbeitt, tí havi verið sera sjúk av epilepsi. Mær dámar væl at blogga um mat og lívstíl.