2019-09-26 12:33 Author image
husogheim.fo 2019-09-26 12:33

Skrivað: Emma Petersen

Í einum gomlum húsum á Toftum, búgva 27 ára gamli Danny, 26 ára gamla Herborg og 2 ára gamla Daniella. Ímeðan Danny starvast sum sølumaður hjá Borg, so starvast Herborg somuleiðis sum sølukvinna hjá Berglon.

Herborg greiðir frá:

Vit keyptu eini eldri hús í 2014, sum omma og abbi mín bygdu í 1958. Av tí at húsini eru so gomul, so hava við gjørt nógv við húsini. Vit gjørdu tað ikki, tí tað beinleiðis var neyðugt, tí húsini vóru so sera væl hildini, men veggirnir vóru gjørdir burtúr bleytum plátum og tað var gamalt ravmagn, sum hevði gott av, at verða skift út. Ein grund til vit gjørdu so nógv við tey, var eisini tí, at eg vildi hava húsini meir “up to date” hehe. Heiðurin av, at húsini síggja út sum nýggj ídag, eigur Steen Muller.

[object Object][object Object][object Object]

Húsini eru í trimum hæddum. Gongd, wc, og trý kømur eru á ovastu hæddini, durur, køkur og stova er á miðhæddini og so kjallari niðast. Okkum dámar best køkin, tí vit øll brúka nógva tíð inni í honum, og eg haldi, at hann hevur eydnast mær best at innrætta av øllum rúmunum í húsinum. Okkum dámar eisini væl stovuna og har er tað tingið inni, sum vit eru glaðast fyri og er tað sofan hjá okkum. Vit valdu at keypa eina stóra sofu, sum hevur pláss fyri fleiri fólkum.

Eg byrjaði at fáa áhuga fyri innrætting, tá eg og ein vinkonu fluttu í íbúð saman í 2010 og síðani er áhugin bara voksin meir og meir. Ídag vil eg siga, at mær dámar væl tann skandinaviska/minimalistiska stíin og mær dámar slett ikki nips ting hehe. Tá eg keypi vørur til húsið, so gangi eg ikki eftir nøkrum serligum merki, men mær dámar væl vørur frá House Doctor og IB LAURSEN. Stílurin sæðst aftur í øllum húsinum, har litirnir svart, hvítt, grátt og pastell litir ganga aftur í øllum rúmunum.

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

Góð ráð at hava í huga, tá ein skal innrætta

Um eg skal geva eitt ráð, so vil eg siga at tað er sera umráðandi at allar rammur/myndir o.a., sum man hongur upp á veggin, hongur javnt við hvørt annað. Tað gevur eitt meira ruddiligt look ?