2019-09-26 12:41 Author image
husogheim.fo 2019-09-26 12:41

Nøvn á búsitandi fólki:

Ejler & Rachel, Ulla 19, Noomi Jóhanna 17, Lea 12  og Miriam Eysturtún 6

Stutt um tey búsitandi:

Ejler, sosialráðgevi

Rachel, fólkaskúlalærari

Ulla, 3. árslesandi á Glasi og lestrarstarv hjá Koppi og kannu

Noomi Jóhanna, 3. árslesandi á Glasi, lestrarstarv í BR

Lea 6. flokkur

Miriam 1. flokkur

Slag av bústaði: 

Sethús við Myllutjørn (Tårnby ?)

Stutt um húsið: 

Bygdu hús í 2015-16. Tað er 160 fermetrar, tríggjar hæddir, stova og køkur í einum á niðastu hædd; trý kømur og vesi á miðhædd; Tvey kømur, sjónvarpsstova og vesi á ovastu hædd. Har búleikast tvær tær elstu døturnar.

[object Object]

Áhugin fyri innrætting

Rachel greiðir frá:

Tað er trupult at svara uppá, nær eg byrjaði at fáa áhuga fyri innrætting, men mamma mín hevur altíð gingið høgt uppí at litir og innbúgv hóska saman, og hetta hevur allarhelst smittað á meg. Tá eg var barn í 80´unum, haldi eg ikki at vanliga føroyska familjan gekk so høgt uppí innrætting, tá tað kom til litir o.l., men eg minnist, hvussu glað eg var fyri mítt lillalitta kamar við hvítum gólvteppi, har sjálvt plastíløtini vóru gjølla útvald, tí tey vóru lilla.

Tá eg so sjálv giftist og skuldi innrætta okkara fyrstu íbúð, fór eg sjálv at eksperimentera við innrætting, men tað tók nokk eitt sindur av tíð, áðrenn eg fann mín stíl. Fyrsta barnakamarið til døturnar var nokk fyrsta rúmið, sum eg var ordiliga nøgd við. Tað var lilla, hvítt og ljósareytt. Tá fann eg útav, at barnakømur nokk eru míni yndsirúm at innrætta, tí kreativiteturin fær frítt spæl.

[object Object]

Ymiskir stílar

Eg haldi ikki, at eg havi ein knívskorið reinan stíl, men eg falli altíð fyri tí estetiska, klassiska, nostalgiska og romantiska. Elsta dóttirin er meira til stílreina norðurlendska stílin. Næstelsta dóttirin líkist mammu síni.

Eg eri heppin á tann hátt, at manni mínum dámar væl tað, sum mær dámar, so eg havi rættiliga frítt spæl.

Eg haldi, at vit trívast væl, tá vit halda, at tað er hugnaligt rundan um okkum.

 

Innrættingin í heiminum

Ovasta hæddin, har Ulla og Noomi Jóhanna búleikast, er nokk meira stílrein nýmótans. Tað er týdningarmikið, at tær trívast har.

Kamarið hjá Noomi er tó meira romantsikt í stílinum enn kamari hjá Ullu.

Øll rúmini eru serstøk í liti, og skulu helst hóska til tann persónin/persónarnar, sum býr har. Annars haldi eg, at tað nostalgiska gongur nokk so nógv aftur í øllum rúmunum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Umráðandi at tað er hugnaligt og praktiskt

Stovan og køkurin:

Í stovuni og køkinum er týdningarmikið, at øll trívast og at tað er hugnaligt. Tað skal samstundis vera lætt at halda ruddiligt og gera reint, so vit royna at avmarka, hvussu nógv ting skulu vera har.

Vit eru serliga glað fyri spísiøkið, og Skovboborðið, sum vit kunnu draga út til nógv fólk. Vit hava eina hurð frá stovuni út í garðin, sum er ótrúliga praktisk um summarið, og sum ger, at vit lættliga kunnu eta úti um summarið. Vit gleða okkum til urtagarðuirn verður gjørdur, so vit kunnu njóta útiøkið til fulnar.

Vit eru allar rættiliga jólaligar, og vit plaga at gleða okkum at sleppa at pynta. Litirnir á jólapyntinum skulu helst hóska nøkunlunda til rúmið, og gull og reytt gevur ein hita í stovuni, og hóska væl til hvítu veggirnar.
Ein av fyrireikingunum til jóla, sum mær dámar allarbest, er at pynta borðið til døgurðan. So hóast tað nokk kemur eitt sindur meira av pynti á sjálva jólaaftan, so er myndin væl í tráð við ársins jólaborð.

[object Object][object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hjúnakamarið

Kamarið hjá okkum er nakað serligt, tí vit ynsktu at hava eitt rúm, sum var meira enn eitt sovikamar, men eisini eitt stað, har vit kundu sita og njóta friðin. T.d. dámar mær væl at sita har og lesa.

Songin hevur eina serliga søgu. Tá eg var smágenta, plagdi eg at hyggja at henni í Idéhúsinum, og eg minnist hvussu eg droymdi um at eiga hana.

Tá maðurin og eg so nógv ár seinni skuldu giftast, var hon til sølu á Gulu síðunum, og vit fingu hana í brúðargávu frá foreldrunum hjá mær.

Kamarið er alt innrættað eftir songini, og tað hevur verið trupult at funnið alt tað, sum vit ynsktu okkum.

Tapetið er bílagt úr Danmark, stólarnir eru úr the Pier, sminkuborðið hevur maðurin smíðað og beisað mær. Bonkurin er keyptur gjøgnum den blå avis, men av tí at hann var ov lágur, hevur hann fingið nýggj bein, lítla runda borðið og speglið er eisini keypt gjøgnum DBA. Speglið mátti tó beisast fyri at hóska til restina.

Mannequinin varð keypt í Skálabúðini, tá tey seldu út. Eg hevði eina tíð gingið og hugsað um, um eg skuldi heingja brúðarkjólan upp, tí eg helt at tað var spell, at hann bara hekk í einum skápi.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Kamarið hjá Ullu

Kamarið hjá Ullu er eitt sindur meira minimalistiskt enn restin av húsinum. Henni dámar væl hvítt og annars at tað er lætt fyri sinnið. Henni dámar sera væk Kähler og aðrar prýðislutir. Hon hevur sjálv innrætta sítt kamar.

 

Kamarið hjá Leu

Tá vit skuldu inrætta kamarið hjá Leu, var hon júst blivin tíggju, so tað skuldi verða eitt barnakamar, men skuldi tó verða lætt at gera um til tannáringakamar. Tí valdu vit hvítt, svart og ljósareytt. Seingin úr Ikea er praktisk, tí hon fyllir lítið upp (1m x 2 m), men har er bæði skriviborð, song, hillar og skáp.

 

Kamarið hjá Miriam 

Tað er sera lítið, bert 7 fermetrar, so tað hevur verið avbjóðandi at innrætta. Skriviborðið og stóra hillin eru heimagjørd. Í dag fær mann so nógvar vakrar leikur, at tað er synd at goyma tær burtur, og tískil eru nógvar av leikunum nýttar til pynt. Eitt barnakamar skal eftir mínum tykki avspegla, at børn búgva har.

 

Loftsstovan 

Loftstovan var eisini avbjóðandi at innrætta, tí hon ikki var so stór (10 fermetrar), men skuldi nýtast sum sjónvarpsstova. Sofan, stólurin og skenkurin frá Pier passaðu tó sum fótur í hosu, so tað var sera heppið. Borðini eru frá Søstrene Grene og vitrinuskápið úr Ikea.

 

Í kamarinum hjá Noomi Jóhonnu er rættiliga høgt til loftið. Skápið og reolin, sum eru úr Ilva og hava fylgt okkum síðani 2003, tá tey vóru keypt til eina Keypmannahavnaríbúð og hava fylgt okkum síðani.

 [object Object]

[object Object]

[object Object]

Ikki avgerandi við merkivørum

Eg eri generelt ikki so tengd at merkjum. Dámar mær tað, so dámar mær tað. Eg unni mær sjáldan at keypa dýr ting, men tó eigi eg tvær Bernadotte kannur frá Georg Jensen, sum eg eri sera glað fyri, og sum eg spardi mær upp til. Eisini samli eg uppá Frederik Bagger crispy seriuna, tí mær altíð hevur dámt so væl krystal.

Tað, sum eg tó eri glaðast fyri, er stellið hjá mær. Tað eitur Roselil og er frá Bing og Grøndahl. Hetta er stellið, sum eg eri uppvaksin við, tí mamma mín eigur líka. Eg havi altíð hildið tað vera so vakurt, men tað hevur eisini affekstiónsvirði fyri meg. Mítt stell er tó keypt á auktión á Lauritz.com. Gullbestikkið er nýtt, og er keypt í Zara home.

Yndisrúmini:

Eg haldi, at eg eri serliga glað fyri kamarið hjá okkum. Sjónvarpsstovan hjá gentunum er góð, tí har er so høgt til loftið, og hon er tað rúmið, har útsýnið er best.

Góð ráð frá Rachel

Fyri okkum hevur tað verið týdningarmikið, at vit hava roynt at búð smátt í íbúðum í DK. Tað ger, at ein er meira tilvitaður um, hvat er týdningarmikið og at tað er praktiskt.

Tá vit avgjørdu at byggja, settu vit okkum fyri, at óansæð hvat, skuldu vit vera nøgd, og tað haldi eg, at eg kann siga, at vit eru.

Sjálvandi spurdu vit onnur um teirra meining, og mong vælmeinandi fólk komu eisini við ráðum og sínum meiningum. Men tað týdningarmesta er at lurta eftir sjálvum og at vera tilvitaður um, hvør tørvurin hjá familjuni er. Hóast okkurt er týdningarmikið fyri onkran annan, nýtist tað ikki at vera týdningaqrmikið fyri okkum.