Heimagjørdur spælikøkur úr endurnýtslutilfari

Men hetta var ikki ein keyptur spælikøkur. Poul hevur nevniliga gjørt køkin sjálvur úr endurnýtslutilfari.

Heimagjørdur spælikøkur úr endurnýtslutilfari
2019-09-26 13:02 Author image
husogheim.fo 2019-09-26 13:02

Á facebook-vanganum hjá Poul Poulsen úr Miðvági, vóru ein dag her fyri nakrar sera fittar myndir av teirra fittu dóttir, sum spælir við sín nýggja, fína spælikøk. Men hetta var ikki ein keyptur spælikøkur. Poul hevur nevniliga gjørt køkin sjálvur úr endurnýtslutilfari.

Soleiðis skrivaði hann á sinum vanga: 

"Hetta kemur burturúr, tá man keðir seg um kvøldarnar. Tvey aggandi gomul náttborð, ein gomul turkitrumla, ein fyrigingin vaskimaskina, skøvaðar fløgur, gamlir knøttar av onkrari komodu, gamal vatnkrani, ein pepsi proppur ein coca-cola proppur, 4 hongsl og nakrar skrúvur. Spæl so, diddan."

Við loyvið frá Poul og Herborg, sleppa tit her at síggja myndirnar av fitta spælikøkinum umframt restina  av hugnaliga barnakamarinum hjá dóttrini. 

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]