2019-09-25 16:50 Author image
husogheim.fo 2019-09-25 16:50

Skrivað: Emma Petersen

Hansina greiðir frá: Heima hjá okkum búgva Áron ThomsenHansina Jentoftsdóttir saman við dóttir okkara Vón Áronsdóttir Thomsen, sum er 2 ár. Áron er 22 ár, ættaður úr Skopun og siglir í løtuni við Ruth og eg gangi á 3. ári í Glasir. Vit eru ein lítil, ung familja, sum í summar 2015 valdu at keypa okkum eini hús í Hvalvík. Upprunaliga eru húsini frá 2007 og var tá nógv longu nýgjørt inni í húsinum, tá vit fluttu inn. Síðani vit fluttu inn, hava vit so skift øll gólv og allar hurðakarmar, mála øll loftini, allar veggirnar, allar vindeygakarmarnar og eisini køkin hvítan. Vit pussaðu eisini trappuna og smurdu trinini við ljósum lakki og málaðu trappusíðurnar hvítar. Flisarnir á báðum vesunum og í durinum vórðu allir skiftir, soleiðis at allir vóru eins.

Eg dugi ikki heilt at lýta aftur á, nær eg fyrstu ferð fekk áhugaðan fyri innrætting, tí tað havi eg so at siga altíð havt. Eg gekk altíð sera høgt upp í, hvussu kamarið hjá mær sá út, tá eg búði heima hjá mammu. Tá vit so fluttu inn í okkara egna hús, so var tað natúrligt fyri meg, at innrætting hevði nógv at siga fyri meg í húsinum.

[object Object]

 

Tá vit akkurát høvdu keypt húsini, tá skuldi alt vera hvítt, blandað við greengate vørum og tí romantiska stílinum – líkasum øll hini. Eg broytti tó ógvuliga skjótt meining og tók ta avgerð um, at allar greengate vørurnar og litirnir skuldu út og valdi eg at halda meg til tær hvítu, svørtu og gráu litirnar – tað einkulta, sum ongantíð fer av móta.

Húsini eru í trimum hæddum, har tann niðasta hæddin bert er eitt kjallararúm, og hava vit heldur ikki ætlanir um at innrætta hæddina í nærmasu framtíð. Vit eru sera glað fyri at hava tann møguleika, at vit altíð kunnu gera okkurt við kjallaran, um vit nú einaferð skuldu havt brúk fyri meiri plássi.

[object Object]

[object Object]

Í miðhæddini er ein durur, gongd, ves, køkur/stova og eitt vaskirúm. Á ovastu hæddini er so hjúnarkamarið, barnakamar, eitt gestakamar og eitt lítið ves. Vit ganga ikki so høgt upp í merkivørur heima hjá okkum, men í køkinum eri eg sooo glað fyri køksútgerðina frá Kitchen Aid, og tískil stendur tað mesta eisini frammi. Eg elski tað reina “lookið”, sum Kitchen Aid hevur.

[object Object]

Eg gangi høgt upp í, at ein reyður tráður skal síggjast aftur í øllum húsinum, tí meti eg, at øll rúmini í húsinum eru nøkulunda eins innrættaði. Øll rúmini eru ljós, serliga tey á miðhæddini, har loft, veggir, allir karmarnir og hurðarnar eru hvítar og øll gólvini ljós – eg ELSKI tað! Av tí at rúmini eru so ljós, so dámar mær væl, at nipstingini inni í rúmunum eru svørt ella grá. Á ovaru hæddini havi eg tó valt at gera tað meiri fjálgt og havi eg málað nakrar veggir í kømurunum gráar við kálkmáling. Hóast hesar gráu veggirnar, so er alt annað tó hvítt og ljóst á hesi hæddini við svørtum og gráum nipstingum – hetta tí eg trívist best við hesum natúrlitum. Øll rúm inni hjá okkum hava bert natúrlitir, uttan barnakamarið hjá Vón, tí hennara kamar skal jú vera didduligt og tískil eru nógv ljósareyð ting inni har.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hjúnarkamarið eru tað rúmið, sum vit eru glaðast fyri og hetta er tí, at tað er tað nýggjast projektið í húsinum. Vit elska tó at vera í køkinum/stovuni, tí tað er jú har, at vit brúka tíðina tað mesta av degnum og havi eg tí brúkt nógva tíð upp á, at fáa rúmið hugnaligt.

[object Object]

Góð ráð frá Hansinu

Eg haldi at tað, sum er mest umráðandi fyri eitt heim er, at heimið hevur ein stíl og at tað sæðst aftur allastaðni. Eg elski at koma inn til fólk, eisini tey sum hava ein heilt annan stíl enn eg, tí um hesi ymisku fólkini hava klárað at fingið stílin gjøgnumførdan væl í øllum rúmum, tá haldi eg at allir einstakir stílar hava sína heilt egnu sjarmu.