Hetta kanst tú gera til barnaføðingardagin

Ger eitt sindur burturúr degnum hóast tað ikki ber til at halda stóran føðingardag. Her eru nøkur prei frá Stampekøkur

Hetta kanst tú gera til barnaføðingardagin
2020-04-16 22:42 Author image
Anna á Hædd Stampe 2020-04-16 22:42

Hendan tíðin er serlig og løgin, nú korona herjar á kring allan heimin. Tað er frámælt okkum, at savnast í størri bólkum, og hetta ger, at vit millum annað ikki kunnu halda føðingardagar, sum vit eru von við. Tó eru tað fleiri børn og vaksin, sum hava føðingardag hvønn dag. Fyri børnini er tað ringt at skilja, at tey ikki kunnu halda stóran føðingardag í hesum tíðum. Men hví ikki gera eitt sindur burturúr degnum, og halda ein lítlan føðingardag?

[object Object]

Í samstarv við IDEmøblar og Kopp & Kannu, havi eg fingið nakrar vørur at royna. Millum annað ein bókstav/tal form frá Wilton og eitt tyll-sett hjá Mette Blomsterberg.

Um eg sjálv skal siga tað, so haldi eg at formurin er genialur. Sjálv geri eg altíð tal-kakur til føðingardagarnar hjá synum mínum, og tá havi eg bakað eina heila kaku, og síðani skorið hana út. Eg havi altíð hildið at tað hevur nógv upptak. Men við hesum forminum, er tað lættari hjá mær at gera eina tal-kaku, og minni upptak.

Tað er lætt at byggja sær eitt tal ella ein bókstav við hesum forminum. Við í pakkanum er ein nýtsluleiðbeining, har víst verður til, hvussu ein kann byggja allar bókstavir og tøl í forminum. Síðani havi eg bakað mær mína yndis skuffukaku, og baki eitt fýratal í forminum. Tað verður altíð bakað speglvent í forminum, tí tá ið kakan er kølnað, verður hon vend á eitt serveringsfat.

[object Object]

Eftirsum eitt sindur av deiggi leyp av, gjørdi eg nakrar koppakakur eisini.

[object Object]

Tá ið kakan er kølnað, píski eg smørkrem, og deili tað í ymsar skálir, og liti tað ymsar litir. So er klárt at pynta fýratalið og koppakakurnar. Her brúki eg tyll-settið hjá Mette Blomsterberg. Hetta settið er lætt at fáast við, og tí har eru tyllkoblar við, har man setur tyll-settið í, so er lætt at skifta tyll, sum ein ynskir. Genialt!

[object Object]

[object Object]

-----

 

[object Object]

Um meg:

Eg eiti Anna á Hædd Stampe. Eg eri 30 ára gomul, og gift við Beinur. Eg eri mamma at trimum dreingum, sum eru 9 og 3 ára gamlir.

Í gerandisdegnum lesi eg námsfrøði, og annars havi eg stóran kærleika fyri at fáast við søtar sakir, og tað vísi eg nógv av á mínum instagram profili “StampeKøkur”.