Húsini hjá ommu og abba

Ikki var neyðugt við arkitektekningum tá ið húsini skuldu byggjast, nei abbin teknaði tey á eina svávuldós, og fór og bað um byggiloyvi

Húsini hjá ommu og abba
2020-05-11 21:41 Author image
Joy Ann Simonsen 2020-05-11 21:41

Á Kósini, í Klaksvík, búgva Annika og Oskar Johansen, við 15 ára gamla soninum, Carl, og hundurin Minny, ein Bichon Frise.

Oskar er útbúgvin skipsførari og maskinmeistari, men dugir annars alt sum hann fer í holt við. Annika er útbúgvin sosu assistentur, kokkur og stylecoach. Bæði tvey eru tey sera dugnalig. Kreativ og stílfull.

Annika er uppvaksin á Kósini, og droymdi sum barn og ung um, at sleppa at keypa húsini, tá ið hon vaks upp. Hon elskar útsiktina, umhvørvið, ja alt sum er har norðuri.

[object Object]

Søgan um húsini
Húsini, ið eru bygd í 1937, hava eisini nostalgi, við tað at abbi Anniku bygdi húsini sjálvur til fyrru konu sína, sum tíverri doyði, áðrenn hon náddi at koma í húsini.
Ikki var neyðugt við arkitektekningum tá ið húsini skuldi byggjast, nei abbin teknaði tey á eina svávuldós, og fór og bað um byggiloyvi. Tilfarið fekk hann ymiska staðni frá, so tá ið húsini skuldu umvælast, funnu tey saguspønir uppiundir loftsplátunum. Hetta var isoleringin. Fjalarnar, ið vóru nýttir til veggir, vóru ójavnar, og hetta var rættað upp við sekkjum. Nei, abbin var aldrin ráðaleysur. Hann var uppfinnsamur, og fekk alt burturúr ongum, dugdi alt, og var nærlagdur, so alt var sera vælgjørt.

[object Object]

Tá ið Annika og Oskar yvirtóku húsini, byrjaði ein rimmar umvæling. Alt varð tikið niður, so bara útveggirnir stóðu eftir. Í dag standa tey sum spildur nýggj. Tey eru ikki bara umvæld innan, men alt rundan um, eru tey í ferð við, at gera til eina lekkra terassu, sum gongur allan vegin runt um húsini (sum eitt slag av atriumgarði). Tey hava útnyttað alt grundstykkið. Tað sum fyrr bert var ein pinkalítil havi og annars ótnytta, er nú ein stór terassa í fleiri planum. Tað ger, at miðhæddin næstan virkar helvtina størri ein góðan summardag, tí har er læ og lekkurt at sita og grilla, fáa sær morgunmat ella ein góðan kaffimunn eitt gott summarkvøld.

[object Object]

Innrætting
Innrættingina stendur Annika fyri. Hon elskar at pynta, og hugna um. Serliga dámar henni málningar, glasprýði og lampur, so sum henda indisk inspireraða lampan.

[object Object]

Skeltið, har tað stendur 1937 á, hava tey keypt til at hanga úti, og vísa á, at húsini vóru bygd í 1937.

Miðhæddin er inngongd við garderobu, wc/bryggers, og køkur og stova í einum. Stílurin er klassisk modernaður, nakað ið ikki fer av móta, men alt hevur eitt persónligt preg og stylað, so tað hóskar saman.

[object Object]

Køkurin var ein útstillingskøkur frá HTH, sum Annika fall pladask fyri. Tilfarið er massivt birk og mahogni sum gevur rúminum ein heitan og hugnaligan dám, borðplátan er úr svørtum granit. Tað eru tær smáu detaljirnar, ið geva tann persónliga stílin, sum tann heklaða apan, ið hóskar væl til tað musselmálaða stellið, frá Royal Copenhagen.

[object Object]

Stova og spisistovan eru innrættaðar, so ein kann sita og práta við tann, ið gongur og stákast í køkinum.  Stílurin er enskur landstílur, men eisini her hava teir persónligi lutirniar gjørt sítt.

[object Object]

Í horninum gongur trappan uppá loft, har tey hava tvey kømur, eitt baðiverilsi og eina sjónvarpstovu. Stílurin er gjøgnumførdur, allan vegin ígjøgnum. Tann landligi stílurin sæst aftur í tí eftirgjørda peisinum, sum hugnar um rúmið.

[object Object]

Baðiverilsi hevur sama tilfar sum køkin, birk og mahogni og annars beigelittir flísar. Heitir, ljósir, klassiskir litir. Brúsan er múrað upp við glasflísum, sum loyvir ljósinum inn.

[object Object]

Tað eru  nakrir lutir, sum hava eyka nógv at siga fyri Anniku. Náttborðini sum hon hevur arvað frá ommu síni í Suðuroy og so sofaborðið, hon hevur arvað frá ommuni í Klaksvík. Baði náttborðini og sofaborðið hava tey sproytlakerað við blankari svartari máling, sum fær tað at síggja sera elegant út.

[object Object]

[object Object]

Yndisstaðið hjá Anniku, ella ein kann næstan kalla tað hjartað í húsinum, er hornið í stovuni, har hon elskar at sita við stokkum, og fáa sær ein kaffimunn, meðan hon nýtir útsýnið yvir á Kallsoynna. Abbin elskaði eisini at sita í sama horni og hyggja út.  Sjálvt hundurin Minny, elskar at sita og hyggja út.

[object Object]

 

___________________

Stutt lýsing um Joy: Eg eri fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu.
Maðurin og eg eiga trý vaksin børn, 26, 22,og 16, har tvey tey yngstu búgva heima.

Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.

[object Object]