Innrætting – 3 rák í 2017

Tað stuttliga við einum rákið er, at tað allatíð er í broyting, og ofta hendur tað, at aftaná eina rúma tíð sum totalt ómodernað, er rákið aftur at síggja.

Innrætting – 3 rák í 2017
2019-09-24 22:05 Author image
husogheim.fo 2019-09-24 22:05

Skrivað: Rakul Dalsgaard-Jakobsen

Tað stuttliga við einum rákið er, at tað allatíð er í broyting, og ofta hendur tað, at aftaná eina rúma tíð sum totalt ómodernað, er rákið aftur at síggja. Hygg bara at 70’ara innrættingarstílinum, sum alvorliga hevur verið úti fyri einari renessansu. Í 2016 vóru tað rák sum til dømis velour sofur, daybeds og innbúgv úr myrkum træði ið domineraðu innrættingarmótan.

Plankar

Í 2017 hava vit sæð sera nógv til plankaborð. Ein grund til hetta rákið kann vera, at vit eru blivin mettað av tí einfalda og klassiska ið hevur verið vælumtókt tey seinastu árini. Eitt plankaborð kann geva einari spísustovu ráan dám. Um ein er til DIY, kann man lættliga gera sítt egna plankaborð, og soleiðis seta sítt persónliga sermerki á.

[object Object]

Plantur, plantur, plantur

Eitt av heilt stóru rákum ið 2017 eru plantir í innrættingini. Kaktussar, stórir sum smáir, eru sera vakrir, rigga væl einsamallir ella saman við øðrum plantum og sum eitt pluss eru teir eisini lættir at passa. Heingiplantur hava verið  sera nógv frammi í ár, og er tað ikki løgið. Tær eru sera vakrar og dekorativar í heimunum. 2017 hevur eisini verið árið, har vit hava bjóðað smáu trøðunum inn í heim okkara. Her eru oliven-, sitrus- og figutrøð vælegnaði.

[object Object]

[object Object]

Kopar

Kopar gevur heiminum hita og glóð, og kann tað blandast við eitt nú tann minimalistiska skandinaviska stílin, men hóskar eisini sera væl saman við vintage og retro stílarnar, so ein skal ikki verða bangin fyri at eksperimentera við hesum stíli.

Tað hava sjálvandi verið fleiri onnur rák í 2017, men um eg skuldi lýst øll hevði eg allarhelst ikki verði liðug enn á sinni.

Nú vit nærkast árs enda, verður spennandi at síggja hvørji rákini verða í 2018.

[object Object]

[object Object]