Jólabakstur: Nutella jólatræ

Sera lætt og skjótt at gera. Fyllan kann vera Nutella, men eisini til dømis karamell, súltutoy, peanutbutter

Jólabakstur: Nutella jólatræ
2020-12-22 20:03 Author image
Sóley Dimon 2020-12-22 20:03

Nú tað stundar til jóla og jólafrítíðin stendur fyri durðum, er her eitt upplagt høvi at hugna sær saman við familjuni, við eitt sindur av jólabakstri.

Hetta leskiliga nutella jólatræið, er sera lætt og skjótt at gera, smakkar avbera væl og so eru møguleikarnar við fylluni  nógvir. Fyllan kann vera nutella, sum her, men eisini karamell, súltutoy, peanutbutter, ja eisini sølt fylla sum pesto, smyrjuostur osf. Nógvir eru møguleikarnar, bert hugflogið setur markið.   

[object Object]

Tilfar ein skal nýta:

• 2 pakkar av lidnum butterdeiggi

• Nutella

• 1 egg 

• Góðgæti til at pynta jólatræið við

• Flormelis at stroyða á

 

Mannagongd:

Byrja við at tendra ovnin á hitastigini, ið mælt verður til á butterdeiggj pakkanum.

Síðani setur tú glasið við nutella í heitt vatn, so tað er lættari at smyrja á deiggið.

Opna so butterdeiggj pakkarnar, rulla út og sker deiggið til eitt jólatræ (tak ikki deiggi ov tíðliga út úr kuldaskápinum, tí tað er nemmari at fáa av papírinum, um tað ikki er blivið ov heitt).

[object Object]

Smyr nutell a á niðara jólatræið.

Legg síðani hitt jólatræið oman á og sker strimlar sum víst á myndini.

[object Object]

Snúra so strimlarnar og pensla træið við egginum, ið er rørt saman.

[object Object]

Baka nú jólatræið í ovninum eftir vegleiðingini á butterdeiggj pakkanum.

Tá træið er liðugt, lat tað kólna eitt sindur og stroy tað við flormelis.

Síðani pyntar tú jólatræið, við tí sum tú vil, ella tú velur at njóta tað sum tað er.

Eftir er bert at skonkja eitt stórt glas av mjólk og njóta greinarnar av nutella jólatrænum.

[object Object]

 

 

-----

[object Object]

Sóley Dimon

Eg eri 30 ára gomul, búgvi í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava vit tveir synir. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist í barnagarðinum Mýrifípan. Mær dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabba, ið allir vóru kondittarir.

Instagram: sdimon_kokur