Kenslubornir dagar í stovuni

Partur 10: Tá vistu vit, at nýbyggjaraævintýrið skjótt fór at fáa ein enda

Kenslubornir dagar í stovuni
2020-12-02 21:03 Author image
Sunnvá Dahl Rasmussen 2020-12-02 21:03

Síðsta rúmið í ‘Nybyggerne’ var aftur í ár, stovan. Eg hevði glett meg so leingi at sleppa í holt við stovuna. Stovan er, fyri Martin og meg, ein sera týdningarmikil partur av húsinum. Stovan skal innihalda nógvan hugna og pláss til at hava vinfólk framvið til ein drekkamunn. Stovan skal eisini hava pláss til at slappa av. Sum eg nevndi, so var stovan síðsta rúmið, og tað merkti, at vit kundu nýta allan peningin, ið vit høvdu eftir. Vit høvdu áleið 60.000 krónur til stovuna, ið var meir enn dupult so nógv, sum vit høvdu brúkt upp á tað rúmið, ið hevur verið dýrast higartil.

Les hinar bloggarnar:

Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
Partur 5: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
Partur 6: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
Partur 7: Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk
Partur 8: Tíbetur var gólvið á lagri
Partur 9: Varði í havanum

Tað fyrsta, ið vit kannaðu, tá vit sluppu at fara í gongd, var um tað grøna gólvið var til at fáa fatur á. Tað var tað ikki. Tí vóru vit noydd til at fara eina aðra leið og velja eitt nýtt gólv. Tað var møguligt at fáa aðrar litir av sama gólvið, men vit hildu, at tað fór at vera ov løgið at hava tveir ymiskar litir í sama rúmið. Vit valdu tí at fara ein heilt annan veg og valdu tí eitt eik trægólv, ið hóskaði væl til køksoynna og hinar møblarnar, ið vit sjálvi høvdu bygt. Fyri at vera ein plan B, so halda vit, at tað eydnaðist sera væl.

Vit fóru aftur í holt við at byggja. Hesuferð bygdu vit eina daybed og ein rúmdeilara. Stovan var sera avlang og tí mettu vit, at tað var neyðugt at deila stovuna í tvey. Vit hugsaðu eisini terassuna inn í innrættingina av stovuni. Terassan var ætlað sum eitt eyka rúm til stovuna og tí máttu vit hava fría leið at ganga frá stovuni og út á terassuna.

[object Object]

Av tí, at peningurin ikki manglaði í stovuni, fingu vit keypt nógva føroyska list. Vit keyptu tvey prent. Eitt frá Trónda Patursson og eitt frá Kára Svensson. Harafturat keyptu vit tveir málningar frá Fríðu Berg, ið er ein heldur ung, upcoming listakvinna. Listin fyllir sera nógv heima hjá okkum í Keypmannahavn og spælir ein sera stóran leiklut í okkara innrætting. Tað hevur tó verið sera torført at funnið list, ið okkum dámar og hava ráð til upp á so stutta tíð. Nú høvdu vit endiliga peningin til tað, so nú var at gera skjótt av.

Vit fingu fatur á eini sera flottari Wegner sofu, ið eisini fekk sítt pláss í stovuni. Sofan varð keypt frá eini kvinni, ið umvælir gamlar sofur. Sofan var nýpussað og behandlað, og harafturat vóru púturnar nýpolstraðar. Fyri at útnytta plássið í stovuni, keyptu vit tveir stólar, ið skuldu skapað kaffihornið saman við sofuni.

Tað var sera stuttligt at síggja húsini liðug. Endiliga vórðu allir teir traðirnir samlaðir, og vit sóu ein týðiligan samanhang í millum øll rúmini í húsinum. Vit kendu okkum endiliga ordiliga heima. Tað tyktiskt sera óveruligt, at vit sjálvi høvdu bygt og innrættað eini heil hús. Dagarnir í stovuni vóru tí sera kenslubornir, tí vit vistu, at hetta Nýbyggjara-ævintýrið skjótt fór at hava sín enda.

[object Object]

Tá stovan var avhandað og dómarirnir høvdu tikið sína avgerð, varð ein lítil fráfaringarveitsla hildin inni hjá okkum. Allir nábúgvarnir, myndafólkini, ritstjórin, framleiðslustjórin og øll hini rundanum, vóru við. Tað kendist sum, at vit høvdu verið á eftirskúla og skuldu siga farvæl. Nógv tár runnu tað kvøldið. Vit vóru øll felags um hesa fantastisku uppliving óansæð, um vit høvdu verið framman ella aftanfyri myndatólið.

Síðstu upptøkudagur var síðst í juni, so nú spola vit tíðina fram til 25. november 2020.

Finaludagur: Finaludagurin var tann ringasti av teimum øllum. Martin og eg fingu einki sovið náttina áðrenn, tí nervarnir longu gjørdu um seg tá. Vit føldu okkum sjúk og høvdu so nógvan kvalma, grundað av nervum, allan dagin. Vit royndu at fáa tíðina at ganga við onkrum, men tað kendist sum, at tíðin stóð í stað.

Endiliga komu vit til finaluna. Foreldur og vinfólk vóru komin úr Føroyum at stuðla okkum og vóru við í finaluteltinum. Teir minuttirnar vit sótu á pallinum tóktust at vera æviga langir. Tá okkara nøvn vóru rópt sum vinnarar av ‘Nybyggerne’ 2020, fór okkara heimur í svart. Vit vóru fullkomiliga fyri okkum sjálvum. Tað var ein so stórur skelkur fyri okkum, at vit ikki minnast løtuna og minuttirnir aftaná. Vit høvdu ikki roknað við at vunnið, og tí vóru vit so skelkað. Hóast, at dagurin var ræðuligur, so endaði hann betur enn vit nakrantíð høvdu kunnað ímyndað okkum. Vit vóru eini hús ríkari, tá dagurin var liðugur.

Vit vilja siga túsund túsund túsund takk til øll tey, ið hava stuðlað okkum allan vegin, og til tey, ið sendu okkum atkvøður á degnum. Vit eru tykkum æviga takksom, og júst tín atkvøða kundi vera avgerðandi.

Tað tekur nakrar mánaðir, áðrenn húsini av álvara eru okkara, og tí verða vit í Keypmannahavn í nakrar mánaðir afturat. Kanska eg fari at dagføra tykkum, tá vit koma í húsini og skulu í holt við ymiskar smáar verkætlanir haryviri.

Takk fyri hesuferð, vónandi hava tit notið at lisið við um tíðina sum Nýbyggjari.

Vit hoyrast væntandi aftur.

//Sunnvá

 

------

 

[object Object]

Navn: Sunnvá Dahl Rasmussen

Aldur: 25 ár

Stutt lýsing: Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.

Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.

Instagram: @Sunnvadahlrasmussen

Facebook síða: Nybyggerne - Sunnvá & Martin