Lekkurt sunt ingifershot

Hetta hjálpir nógv uppá imunvejuna so tú ikki fær so lætt krím ella blívur forkølaður

Lekkurt sunt ingifershot
2020-06-04 21:40 Author image
Karis í Liða Hansen 2020-06-04 21:40

Hendan uppskriftin er uppá ingifershoot. Hetta havi eg sjálv gjørt gjøgnum nógv ár. 

Hetta hjálpir nógv uppá imunvejuna so tú ikki fær so lætt krím ella blívur forkølaður. Tá vit búgva í Føroyum, her tað er sera kalt, og lætt at blíva sjúk/ur, so er tað gott at gera alt fyri at halda seg sunnan og tað hjálpir hesin drykkur uppá.

Tilfar:

2 pakkar av ingifer

3 stk. av gurkemeje 

2 stk. citrónur

2 súpiskeiðir av hunangi

3 litrar av vatni

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Mannagongd:

Byrja við at skrella ingifer og gurkumeje við einari skeið (sí mynd).

[object Object]

Gurkumeje smittar sera nógv av sær, so tað er smart at fara í einar handskar, so tú ikki fært farvu á hendurnar.

Sker síðani ingiferið, gurkumejuna og sitrónina í smáar bitar.

Koyr síðani 3 litrar av vatni í grýtuna og bitarnar av ingifer, gurkumeje og citrónina.

So setur tú grýtuna á kók.

[object Object]

Lat kóka í 1 tíma og rør í av og á.

Tá liðugt er at kóka, bíða í umleið 15 minuttir til tú rørur hunangin í.

[object Object]

Aftaná, lat standa í køliskápinum til morgunin eftir.

Næsta dagin sílar tú ingifer, gurkumejuna og sitróninar úr og koyrir vatuna í krukkurnar.

[object Object]

[object Object]

So er klárt til at fáa eitt shot av ingifer tær næstu vikurnar.

[object Object]

 

-----

 

[object Object]

Karis í Liða Hansen, eri 29 ár. Eri gift við Osvald P. Hansen og vit búgva í Tórshavn. Eg eri útbúgvin tannrøktari.

Seinastu 2 árini so havi eg ikki kunna arbeitt, tí havi verið sera sjúk av epilepsi. Mær dámar væl at blogga um mat og lívstíl.