2020-05-08 18:30 Author image
Beinta V. S. Hentze 2020-05-08 18:30

Eg ivist onga løtu í, at eg ikki eri einsamøll um at hugsa “Hetta geri eg, tá eg fái tíð”.

Samvitskan var ikki altíð líka góð, tí eg visti, at eg burdi vaskað øll klæðini, sorterað myndir, ruddað klæðir út, vaskað mær húsið, hugnað eitt sindur um, gera kamarið hjá sonininum, hampað uppá veggir og loft, ruddað upp í kjallaranum, undir vaðingini og í skápum. Ja, listin var sera langur, um alt sum lá mær á lánið viðvíkjandi húsunum.

Men so kom korona. Gerandisdagurin hjá mær og øllum øðrum bleiv fullstendiga vendur á høvdið. Brádliga hevði eg alla tíðina í verðini, ja soleiðis følist tað. Eg hevði góða tíð at vera saman við manninum og soninum og vita tit hvat? Eg hevði faktiskt eisini sera góða tíð, at gera ALT, sum eg hevði latið bíða.

Eg havi gjørt ein lista yvir ting, sum ein kann gera, nú korona herjar í okkara lítla landi.

1. RUDDA ÚT Í KJALLARANUM

Ja, eg veit at tað er SO keðiligt at rudda ein kjallara. Ein hevur bestan hug til at antin biðja mannin orðna tað ella lata tað bíða. Men eg hevði tann “trupulleikan” at maðurin var til arbeiðis. Eg tók sakina í egnar hendur. Sonurin hevur verið heima, so eg bað hann koma við mær í kjallarin at “arbeiða”. Aftaná fýra dagar við góðari hjálp frá soninum (og manninum, sum kom heim vegna korona ) pluss eini 20 fullar bilar við skrelli, hava vit nú ein ruddligan kjallara.

 

2. SORTERA ØLL KLÆÐINI HJÁ FAMILJUNI

Ja, eg veit. Tað er nógv lættari sagt enn gjørt. Tað gekk skjótt fyri seg, at sortera øll klæðini hjá bæði soninum og manninum. Men míni egnu klæðir var ein heilt onnur søga. Eg veit ikki, hvussu tað er hjá øðrum, men eg sjálv eri sera góð við míni klæðir. So hvørjaferð eg hevði ein kjóla, blusu ella topp í hondini, so hugsaði eg “Åhhh hetta var eg í tá og tá”.

Eg sá skjótt, at soleiðis kundi eg slett ikki hugsa, um eg skuldi fáa nakað burturúr. So eg broytti hugsan og fór til “Fari eg í hetta aftur?”, “Nær var eg í hesum síðst” og “Kann eg vera hesum fyriuttan”. Við hesum hugburðinum gekk tað skjótt at sortera klæðini.

Tá eg var farin í gongd, fekk eg alvorliga blóð uppá tonnina. Eg havi leingi havt sera ringa samvitsku um, at øll barnaklæðini hjá sonininum lógu ósorteraði undir vaðingini. Nú alt er sorterað, hava fleiri í bygdini fingið heilar sekkir av klæðum. Tey klæðini, sum ikki eru givin burtur, eru goymd. Tá hendan korona er liðug, fara klæðini til Bláakross.

 

3. KEYPA NÝGGJ TING TIL HÚSIÐ

Eg var blivin so eviga troytt av lampunum í stovunum, køkinum og kamarinum. Tær vóru gamlar og keyptar í neyðloysn, tá vit fluttu inn. Eg fór ein túr til handils og kom heim aftur við fýra nýggjum lampum. Eg var so mikið heldig, at svigermor hevði einar gardinur til okkum. So tær keðiligu reyðu, velour gardinurnar blivu skiftar út við einar hvítar tunnar gardindur. Eisini vóru vit so heldig, at onkur í familjuni hevði fingið fatur á eini nýggjari sofu. Vit blivu spurd, um vit vildu hava tí gomlu. Sjálvandi søgdu vit ja takk. So nú hava vit eisini eina lekkra sofu

Svigermor er so ófør, at hon hevur skift allar sínar gardinur út, og seyma nýggjar. Dugir tú væl at seyma, so er tað eisini ein møguleiki. Eg eri tíverri ikki serliga góð til hendurnar.

 

4. PLANTA URTAPOTTARNAR UM / KEYPA NÝGGJAR URTAPOTTAR

Eg hevði faktiskt als ikki lagt til merkis, hvussu nógv eg havi forsømt mínar urtapottar, við at hava alt annað at gera. Men tað sá eg nú, tá eg innrættaði stovuna. So eg fór og keypti mær mold, tá eg alíkavæl var í einum handli, sum selur urtapottar, so keypti eg mær tríggjar nýggjar urtapottar til køkin og stovuna. Eg má ásannað, at tað er sera avstressandi at planta urtapottar um. Rúmið verður eisini heilt øðrvísi, tá planturnar eru væl røktar. Mær dámar sera væl, at hava urtapottar í rúminum, so mítt næsta keyp verður ein hvít Orkidé.

 

5. RUDDA ÚT Í KØKSSKÁPINUM. ALT SUM TÚ IKKI MINNIST, AT TÚ EIGUR KANN TÚ BRÚKA TIL NÝGGJAR MATUPPSKRIFTIR

Samvitskan hevur verið nógv uppá spæl, tá tað kemur til órudd í køks skápinum. Tit kenna tað allarhelst allar, at ein smekkar skápshurðina bara aftur, tí tingini næstan leypa út í høvdið á tær. Soleiðis var tað í hvørt fall hjá mær. Nú hevði eg brádliga so deiliga nógva tíð, so eitt tað fyrsta, sum eg fór í holt við, var at rudda køks skápini. Eg fann rættliga nógv, sum eg faktiskt hevði gloymt at eg átti. Eg fann bæði mína juicemaskinu, blendara, wokgrýtu, breyðformar, formar av ymiskum slagi, grønmetisdamparan og Cabaret settið hjá mær. Tað gav mær ordliga góðan hug, at gera meira við matgerðina.

 

6. VASKA ALT SUM EITUR TOY

Her heima hevur vaskimaskinan verið frá døgndrift. Eg havi vaskað øll klæðini, allar jakkarnar, troyggjur, gardinur, pútur, teppir, dýnur, koddar og babyklæðir. Tað er sera ofta vaskipulvur uppá tilboð, so eg vaskaði við góðari samvitsku. Havi enntá keypt mær eitt eyka turkistativ, so at eg kann hava klæðini úti, tá veðrið er til tað. So taki eg bara stativið inn og klæðini tornað meira inni.

 

7. RUDDA LEIKURNAR ÚT HJÁ BØRNUNUM

Eg vænti, at tit allar kunnu vera samdar við mær í, at børnini eiga alt ov nógv leikutoy. Mín drongur spælir ikki við helvtina. Kamarið hjá honum er ikki so stórt. So plássið er lítið og leikutoyðið tekur nógv pláss. Eg gjørdi av, at vit bæði í felag skuldu sortera alt leikutoyðið. Tað leikutoyðið, sum hann var blivin ov stórur til, er koyrt í posar, og fer av húsinum skjótast gjørligt. Tað leikutoyðið sum hann spælur onkuntíð við er goymt burtur, og verður tikið fram tá tørvur er á tí.

Tá eg nú alíkavæl var í gongd, so fór eg eisini undir vaðingina eftir øllum leikutoyðinum, sum longu var goymt burtur. Eisini her bleiv gjørt uppá sama máta, sum leikutoyðið í kamarinum.

Hetta er faktiskt eitt stórt pluss at sortera leikutoyði, tí nú tímur sonurin at spæla í kamarinum, og eg fái frið eina lítla løtu at fáa mær ein HEITAN kaffimunn.

 

8. FAR ÚT Í GARÐIN

Tað er ein gyltur møguleiki at fáa orðnað alt uttanfyri, nú tá børnini ikki kunnu ferðast har tey vilja, men mugu vera heima. Eg havi brúkt møguleikan at ruddað upp í garðinum. Nú byrja jú várblómurnar at spíra, so eg havi lúkað rundanum tær. Tikið alt tað følnaða burtur, klipt greinarnar á trøðunum og hugsað um, hvat skal gerast við garðin og túnið nú í summar.

Bilhúsið er eisini ruddað, alt tað sum ikki bleiv brúkt er koyrt í skrell. Bilurin er vaskaður, bæði innan og uttan. Hetta gjørdu vit trý sum eitt familjuprojekt, har vit øll vóru í drakt og ruddaðu og vaskaðu. Ein sera hugnalig løta skal sigast.

Eg havi enntá ruddað túnið og gjørt klárt til ein framtíðardreym um at fáa flisar í túnið og leggja terassubreyttir, so at vit fáa ein lítlan sólkrók. Møguliga fari eg at samla til ein hitapott eisini.

Eg havi keypt inn, tí eg havi leingi havt ein dreym um, at planta sjálv okkurt grønmetið. Eg havi eisini googlað og leitað á internetinum, eftir hugskotum. So tað verður tað næsta, eg fari í gongd við. Ein lítlan Køkkenhave í garðinum.

 

9. TANN STÓRA VÁR-REINGERÐIN

Eg minnist enn sum smágenta, at omman var von at gera alt húsið høvuðsreint um várið (til páskirnar), um summarið (til ólavsøku), og so til jólar. Eg veit ikki hvussu er við øðrum, men eg havi altíð brúkt umskyldningin, “Eg geri tað, tá eg fái tíð”. Javel nú havi eg alla tíðina í verðini, virkar tað sum um. So eg tók meg saman og vaskaði og skrubbaði eitt og eitt rúm í húsinum. Tá meini eg við at ALT bleiv gjørt. Vaskað, støvsugað, pussað vindeygu og støvað av. Tá eg nú alíkavæl var í gongd, so ruddaði eg í øllum skápum. Eisini koyrdi eg óneyðug ting, sum bara lógu til fortreð burtur. Nú er tað ordliga stuttligt at vera heima, og bara njóta míni deiligu hús.

 

10. RUDDA ÚT Í BÓKUM, SPØLUM OG KREATIVUM TINGUM

Eg havi ein ordligan veikleika fyri bókum, spølum og kreativum tingum. Men  seinastu tíðina var eg blivin rættliga irritera inná, at alt bara lá og sløddist allastaðnis. So eg fór í gongd við at hyggja eftir øllum bókunum hjá mær. Har eg legði tær í tríggjar bunkar. “Havi hug at lesa” “Havi lisið” og so “Ongan áhuga” kallaði eg bunkarnar. Tá eg var liðug við allar bøkurnar hjá mær, fann eg faktiskt útav, at tað vóru nógvar bøkur, sum eg ongan áhugað hevði í at lesa. Tær sum eg hevði lisið blivu so eisini koyrdar í hinar báðar bunkarnar.

Tá eg var liðug við mínar bøkur, fór eg í gongd við uppskriftis bøkurnar. Har var sama skilið, nógvar av teimum eru eisini endaðar í “Ongan áhuga” bunkanum. Eg forseti við bókunum hjá soninum. Men har itu bunknarnir “Lesnaður nú” Lesnaður fyrr/seinni” og so “ÚT við teimum”.

Hansara bunkið av bókum sum skuldu út av húsinum, var væl minni enn mín. Men eg fann skjótt útav, at drongurin kemur at mangla bøkur. So í næstum fari eg at spyrja míni foreldur, um tey hava nakrar bøkur, sum eg kann fáa frá okkara barndómi. Eisini fari eg at bíleggja bøkur frá Bókaklubbanum.

Eftirsum eg var so væl í gongd, so fór eg eisini eftir øllum spølunum, sum vóru í húsinum. Har vóru bara tveir bunkar sum itu “Verandi” og ÚT”. Ikki óvæntað eftir mínari meining, so var bunkin “Verandi” nógv størri enn “ÚT” bunkin. Men tó, so var ÚT bunkin eitt sindur stórur. Tí eg sorteraði spølini væl og virðiliga. Tey puslispølini, sum manglaðu brikkar, spøl, sum sonurin er vaksin frá, og spøl sum manglaðu reglar, brikkar ella á annað hátt ikki kundu brúkast, blivu øll sorteraði frá.

Eg elski at vera kreativ, tíverri so havi eg brúkt mína dýrabaru tíð til okkurt heilt óneyðugt. Men so kom korona, og hugurin til at vera kreativ kom aftur. Eg fann útav, at eg havi samlað uppá nógv bras. Perlumotivir vóru óstrokin, turkað máling og penslar lógu og sløddust og ting av alskyns litum og sniði lógu á hillunum. So har gjørdi eg ongar bunkar, men tók ein svartan skrelliposa og ripaði alt direkta í skrell, sum eg ikki hevði áhugað í. Trúgv mær ella ei, posin bleiv fullur.

Tá eg nú alíkavæl var í gongd, við at rudda út í mínum kreativu tingum, ruddaði eg alt rúmið væl og virðiliga. So nú havi eg eitt kreativt rúm, sum eg innrættaði eitt sindur. Planurin er at pynta veggirnir við kreativum tingum. Eg fekk ordliga blóð uppá tonnina, og ætli at fara at innrætta húsið við tingum, eg geri sjálv.

Har eru so míni 10 boð uppá, hvat kann gerast í hesum koronatíðum. Eg havi ein stóran dreym um at innrætta og mála húsini. Eisini ætli eg mær, at vera nógv meira nærverandi við mínum. Brúka tíðina effektivt, bæði í húsinum og garðinum.

Koronatíðin hevur lært meg, at vera betri við mítt deiliga heim. Brúka tíð uppá at fríðka um heimið, halda tað reint og ruddiligt og ikki minst skapa minnir saman við mínum í okkara prakfulla heimið

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]