2020-05-03 18:30 Author image
Beinta V. S. Hentze 2020-05-03 18:30

Tað eru ikki orð fyri, hvussu hamrandi troytt eg var blivin av baðirúminum. Baðirúmið var ljóst lilla, tá vit fluttu inn í húsið. Eg havi ikki svar fyri, hví baðirúmið ikki er gjørt fyrrenn nú. Tí eg havi ongantíð verið nøgd við tað. Men hendan koronatíðin hevur gjørt okkurt við meg. Brádliga kann eg alt og klári alt. So orkan hjá mær gekk útyvir baðirúmið.

Eg ivaðist leingi í, um baðirúmið ikki skuldi vera hvítt. Men øll rúmini í húsinum eru hvít, og eg havi bestemmað meg fyri at ALT húsið skal broytast. So eg gjørdi av, at tað skuldi vera ein litur í baðirúminum. Eg fór til málingahandilin og tók mær trý litkort við teimum litunum, eg helt riggaðu best til eitt baðirúm. Tá eg kom heim, valdi eg tríggjar litir burturúr. Har valdi eg so ein lit og tað bleiv liturin, sum baðirúmið hevur nú.

Eg eri als ikki til sterkar og skríggjandi litir. Mær dámar nógv betri meira mattar og dempaðar litir. So eg valdi mær ein myrkt gráan lit. JAA flenni tit bara, men tá vit vóru liðug at málað trý umfør, sóu vit at liturin fer nógv meira til blátt enn grátt. So tann upprunaliga ætlanin um at hava eitt myrkagrátt baðirúm, endaði við at vera eitt blá/grátt baðirúm.

[object Object]

Faktiskt er tað líkamikið, tí eg eri ordliga glað fyri mítt nýggja baðirúm. Mær dámar faktiskt handan litin betri, enn tann litin eg valdi á litkortinum.

Eisini var eg blivin ordliga troytt av, at eg skuldi leita allastaðni eftir mínum tingum. Tað allarmesta er í brúki dagliga. So eg vildi hava alt samla á einum stað. Eg átti tvær hillar, tvær kurvar og ein gamlan speglmøbil. Tað var hent, tí tú fær ikki fatur á øllum í hesum tíðum, um tú býr á útoyggj.

Nú havi eg so alt í einum staði, og tað er so deiligt. Sjálvt handklæðstativið er á “mínum” veggið, so eg kann fara eftur handklæði, kremið og øðrum beinleiðis frá brúsuni. Eisini er alt til hárið, neglir og andlit har. Eg vil geva tykkum sum prei, at gera tykkum ein slíkan “Tøsevegg”, um tað er pláss fyri tí.

Tað einasta, sum manglar nú, fyri at eg havi mítt dreyma baðirúm, er eitt baðikar. Men tað verður eitt av teimum fyrstu nýggju keypinum, tá talan er um innbúgv.

Tað tók tríggjar umgangir at dekka veggin, sum áðrenn var ljósalillaður. Málingin er tíverri ikki til vátrúm. Tað kemur av, at eg fekk ikki handan litin, sum vátrúm máling. Tá ein eigur børn og í okkara føri hund, er tað klókt, at veggurin er vatnbaseraður. Tí at dampur kemur frá brúsuni, og vanlig máling tolur ikki væl hendan dampin.Tí hevði tað verið nógv betri, um baðirúmið hevði málingina til vátrúm.  Vit brúktu hálvan triðja litur av máling til baðirúmið sum er 12 fermetrar. Men har eru vindeygu, baðirúmsinnbúgv og brúsa, sum takað eitt sindur av veggplássinum.

Málingin er av merkinum Nordsjø og hevur nummari S6010-R90B Base: BM wB1  7,5 wR5 15 wZ1 190. Av tí at málingin er hálvmatt, so er liturin sera fjálgur. Tað ger tað meira avslappandi at vera í baðirúminum. Hvat so enn ørindi í baðirúminum er, so verður ein ikki “troyttur” av at vera inni har.

[object Object]

Alt í alt so eri eg sera væl nøgd við úrsliti. Tí vil eg gjarna viðmæla hendan litin til onnur. Men av tí at liturin er rættliga myrkur, riggar tað best um rúmið er hampuliga stórt. Eg eri so mikið heppin, at eg kann brúka myrkar litir í húsinum, av tí at rúmini eru stór. Baðirúmið er eisini hampuliga stórt, tí riggar liturin sera væl inni har.

Næst á skránni er gongin uppi á og trappurnar til loftið. So gleði tykkum til næsta innlegg, har eg sigi frá um at mála eina gamla trappu og eitt 60 ára gamalt trægólv.

[object Object]