Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera

Partur 4: Fimm dagar at gera eitt vesi

Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera

(Mynd: André Blinkilde / TV 2)

2020-10-19 21:06 Author image
Sunnvá Dahl Rasmussen 2020-10-19 21:06

Baðirúmið er eitt av teimum torførastu rúmunum at byggja, og tað høvdu vit fimm dagar til. Nú høvdu vit verið í gongd í áleið eina viku, og tí vóru vit komin inn í eina góða rýtmu og kendu okkum klár at fara í holt við baðirúmið.

Les eisini:

Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum

Vit gjørdu okkum nógvar tankar um baðirúmið. Hóast, at hetta var eitt torført rúm at gjøgnumføra, ynsktu vit ikki at taka løttu loysnirnar. Tað er týdningarmikið hjá okkum, at gera rúmini praktisk soleiðis, at um vit vinna húsið, so er húsið klárt at flyta inn í. Í baðrúminum ynsktu vit okkum eina kummu, ið var uppi á vegginum og brúsukliva, so alt gólvið ikki gjørdist vátt hvørjaferð vit skuldu í brús. Eisini vildu vit hava eiktræið at ganga aftur inni í baðirúminum og avgjørdu av tí sama at byggja vaskmøbilin sjálvi.

[object Object]

Tað var torført at leggja eina plan fyri dagarnar. Vit høvdu onga hóming av, hvussu leingi nakað tók. Tað, ið er sera avbjóðandi við baðirúminum er, at alt tekur so langa tíð at torna. Tí var týdningarmikið at fáa so nógv burturúr sum tilbar, meðan millum annað ‘fliseklæb’ og fugurnar tornaðu.

Áðrenn baðirúmið varð bygt, vóru vit á ves í einum vogni, ið stóð á endnum á vegnum. Tí var tað ein stórur lætti, tá vesikumman var klár at nýta heima við hús. Tað tók tó Martini tríggjar dagar at seta kummuna til. Tað var ein heldur stór uppgáva at fáa rør og veggir at hanga saman.

[object Object]

Eg valdi ein bláan lit til veggirnar inni í baðirúminum. Vit hildu, at tann blái liturin spældi væl saman við teimum gráu flisunum og trænum. Hesin blái liturin var eisini við til at geva okkum eina róliga kenslu, tá vit traðka inn í rúmið. Tað góða við máling er jú, at eg altíð kann mála veggirnar ein nýggjan lit, tá eg gerist troytt av tí sama.

Vit høvdu eina ætlan um, at gólvið í baðirúminum eisini skuldi vera úr gróti eins og í gongini, men vit funnu skjótt útav, at tað gólvið varð ov torført at leggja. Vit hildu av tí sama, at vit máttu hava nakrar gráar flisar, nú gólvið í gongini eisini er grátt. Á tann hátt fór munurin ikki at vera ov stórur frá rúmi til rúm.

Vit bygdu ein heldur øðrvísi brúsuvegg. Vit nýttu nakrar betong veggir, ið skuldu samansetast og sjálvandi eisini vátrúmstryggjast. Teir vórðu klæddir við flisum og pyntaðir við eiktræið. Eg fann nakrar vakrar, serstakar og gamlar rútar í einum endurnýtsluhandli, og hesir vóru nýttir sum brúsuveggur. Mær dámar væl ‘upcycling’, og hesir rútarnir passaðu perfekt til tað, ið vit høvdu tørv á.

[object Object]

Eiktræið gekk aftur í møplinum, ið vit bygdu til vaski. Tað er torført og avbjóðandi at sniðgeva, keypa inn til og byggja ein møpil upp á so stutta tíð. Hetta eydnaðist tó og møpilin varð liðugur tíðliga um morgunin, áðrenn rúmið skuldi avhandast. Alt eiktræið, ið var nýtt í baðirúminum varð smurt við skibslakki, so tað gjørdist meira støðugt og toldi at vera í tí vátligu inniluftini.

Baðirúmið hjá okkum var bara byg-selv og endunýtsla, og í alt nýttu vit áleið 26.000 krónur við øllum. Vanliga verður sagt, at baðirúmið er eitt av teimum dýrastu rúmunum í húsinum, men eg haldi, at vit sluppu rímiliga væl. Áðrenn ‘Nybyggerne’, høvdu Martin og eg ongantíð farið í holt við at leggja flisar ella byggja nakað, ið skuldi vera í baðirúminum. Vit funnu tó útav, at vit klára alt tað, ið vit seta okkum fyri, og nú eru vit ikki bangin fyri at fara í holt við eina tílíka verkætlan aftur. Næstu ferð ætla vit tó ikki at vera undir tíðarpressi.

Baðirúmið var sera spennandi, læruríkt og sera strævið. Mikudagin fara vit út at fáa okkum ríkiligt av frískari luft, tí tá verður bakgarðurin settur í stand. Tá byggja vit eina terassu, ið nokk er ein av teimum størstu, ið nakrantíð er blivin bygd í ‘Nybyggerne’.

Sum vanligt verður ‘Nybyggerne’ víst á TV2 klokkan 19.00 føroyska tíð og á KVF klokkan 19.45.

Vit hoyrast komandi mánakvøld.

//Sunnvá

 

------

 

[object Object]

Navn: Sunnvá Dahl Rasmussen

Aldur: 25 ár

Stutt lýsing: Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.

Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.

Instagram: @Sunnvadahlrasmussen

Facebook síða: Nybyggerne - Sunnvá & Martin