Soleiðis kanst tú gera títt egna páskaprýði

Páskini eru í nánd, og tí havi eg roynt at gjørt mítt egna páskaprýði. Soleiðis gjørdi eg

Soleiðis kanst tú gera títt egna páskaprýði
2020-03-30 20:11 Author image
Birita Sjúrðaberg 2020-03-30 20:11

Páskini eru í nánd, og tí havi eg roynt at gjørt mítt egna páskaprýði. Vanliga geri eg ikki tað heilt stóra burturúr, tá talan er um at pynta til páskir, men samstundis haldi eg tað vera hugnaligt, at hava okkurt páskaligt standandi á borðinum.

[object Object]

Páskaprýðið, ið eg havi roynt meg við, er gjørt úr sjálvherðandi leiri. Hetta er stuttligt at sita og gera fyri seg sjálvan, men eisini saman við børnunum.  

[object Object]

Byrja við at rulla leirið út, inntil at tú heldur, at tað er passaliga tjúkt. Eg hevði einki at forma eggini við, so eg teknaði eitt egg á eitt pappír og klipti tað út. Síðani skar eg eggini út við pappírinum liggjandi omaná. Eg brúkti eitt súgvirør, tá ið eg koyrdi hol í erva á egginum.

[object Object]

Soleiðis sóu tey út, tá tey høvdu ligið og tornað náttina yvir.

[object Object]

Eg valdi at keypa hesar farvurnar, ístaðin fyri at mála eggini. Men eg má ásanna, at tað tók langa tíð at tekna eggini við hesum farvunum, av tí at tær mugu ristast væl og ofta, fyri at tær skulu rigga. Hevði eg gjørt hetta umaftur saman við soninum, so hevði eg heldur valt at málað eggini.  

[object Object]

Hetta var mítt boð uppá heimagjørt páskaprýði. Um tú hevur hug at royna, so kanst tú mála tey júst soleiðis sum tú ynskir - bert hugflogið setur mørk.

[object Object]

 

[object Object]

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist á goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.