Rák í 2020

Innrætta títt heim í ársins litum. Serligur dentur verður á teir norðurlendsku, jarðbundnu og neutralu litirnir

Rák í 2020
2020-02-25 20:56 Author image
Birita Sjúrðaberg 2020-02-25 20:56

Í 2020 verður serligur dentur lagdur á teir norðurlendsku, jarðbundnu og neutralu litirnar, tá ið tað kemur til nýggjasta rákið.

[object Object]

Ársins litir hava nevniliga sín íblástur frá litum úr náttúruni. Tað eru serliga litirnir brúnt og gult, saman við natúrtilfari, ið fara at vera nógv at síggja. Eisini fara blátt og grønt at gera um seg aftur. Tann grøni liturin, ið serliga verður at síggja, kallast neo mint. Neo mint er ein frískur pastel grønur litur. Grátt og svart verður eisini at síggja. Hesir litirnir eru við at skapa javnvág og kontrast í innrættingini, av tí at teir tóna niður teir litirnir, ið eru áleypandi.

[object Object]

Marmor

Marmor hevur verið nógv at sæð tey seinastu árini, og tað vísir seg, at hetta rákið fer at halda áfram í 2020.  Tá man hugsar um marmor, hugsar man vanliga um hvítt marmor við gráum liti í. Men nú er marmor eisini at síggja í  svørtum, grønum og beige. Marmor er sera slitsterkt tilfar og  tískil heldur tað í nógv ár, og er samstundis sera praktiskt.

[object Object]

[object Object]

Turkaðar blómur

Eitt rák, ið heldur áfram í 2020, er heilt víst tær turkaðu blómurnar, ið eisini verða nevndar æviblómur. Teimum fært tú gleði av, so leingi tær lystir, og er hetta eitt sera prýðisligt alternativ til frískar blómur. Hetta er samstundis ein burðardygg og bílig loysn.

[object Object]

Innbúgv við stráflættum

Innbúgv við stráflættum hevur gjørt eitt comeback. Hetta innbúgvið verður eisini nevnt  franskt flættað innbúgv.

Tað er ljóst, rátt og burðardygt. Hetta hóskar væl til norðurlendska stílin, sum setur dám á tey flestu heimini í norðurlondum.

[object Object]

Burðardygt innbúgv

Vit sleppa ikki undan, at eitt stórt fokus verður sett á okkara jørð. Tilvitskan um at liva burðardygt veksur fyri hvørt ár, og 2020 er einki undantak. Flestu okkara vilja gera okkara til, at vit liva so burðardygt sum til ber. Fleiri ynskja at skapa eitt burðardygt heim fyri at forða klimabroytingunum, og í hesum sambandi verður nógv innbúgv gjørt úr burðardyggum tilfari. Vit brúkarir eru blivnir meira atfinningasamir, og tí byrja virki, ið framleiða innbúgv, at hugsa meira burðardygt, tá tað kemur til framleiðslu.

Um tú vilt búgva meira burðardygt, hevur tú møguleika at keypa tær innbúgvið sum nýtir ’FSC- certificerað’ træ, ella kanst tú  innrætta  við endurnýtslu lutum og arvagóðsi.

[object Object]

 

Stutt lýsing um Biritu:

[object Object]

Eg starvist í goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.
Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallara íbúð, hjá mínum foreldrum. Eg havi so langt aftur eg kann minnast, havt áhugað fyri innrætting, og at hugna um.
Instagram@biritasjurdaberg