Soleiðis nýtir tú ársins lit 2020

Grøngrái liturin, Tranquil Dawn, er ársins litur

Soleiðis nýtir tú ársins lit 2020
2020-02-19 20:02 Author image
Guðrið Helgadóttir í Gong 2020-02-19 20:02

Í nýggju áratíggjunum fylgja nýggjar byrjanir, nýggj perspektiv og nýggir møguleikar. Meðan vit gløða inn í framtíðina við spenningi, nýhugsan og broyting, mugu vit ikki gloyma, at tað er best at byrja, júst har, ið vit eru - í okkara egna heimi.

Í oktober mánaði í fjør komu Nordsjø út við nýggjasta litinum fyri 2020, ið kallast Tranquil Dawn. Ein vakur grøngráur litur, sum gevur tær kensluna av friðsælu og tryggleika, ið lýsir tað huglagið, ið týðiliga sæst sum eitt rák í 2020.

[object Object]

Saman við hesum liti hava Nordsjø gjørt eina samling av litum útfrá litinum Tranquil Dawn.

Niðanfyri eru ymiskar samansetingar frá Nordsjø fyri 2020, ið vísa, hvussu ymiskt litirnir kunnu verða nýttir - alt eftir individuella stílinum.

Litirnir, ið eru nýttir standa undir myndunum.

Stovan: Tann livandi og heystliga stovan

Ein sterkur olivengrønur litur speglar djúpar heysttónar og skapar eitt heitt og innbjóðandi huglag til lívligar løtur. Set saman við einum myrkabláum liti, fyri at fáa meira dýpd inn í rúmið. Innrætta síðani við ljósari elementum, sum t.d. einari gráa sofu og træinnbúgvi. Síðani kanst tú prýða við pútum, vasum o.ø., ið ganga aftur saman við litinum á vegginum og innbúgvinum.

[object Object]Her eru litirnir: E2.04.21 / Nordsjö cocoa treat & U0.10.20 / Nordsjö indigo depths

Stovan: Tann róliga og minimalistiska stovan
Skapa eitt friðsælt rúm, har ið tú kanst reflektera og slappa heilt av. Vel tær ein bleytan lit sum t.d. beige og mála síðani eitt lítið umráði við einum heitum sjokoláta liti, fyri at skapa enn meira dýpd. Tað, sum er týdningarmikið her, er at velja tveir litir, ið hava nøkulunda tann sama tónan, soleiðis, at kontrastin ikki er ov stór. Hetta fyri, at tú veruliga kanst fáa tað friðsæla og minimalistiska inn í rúmið. Hugsa síðani í sama bana í sambandi við, hvussu tú innrættar: Tú kanst velja nøkur ting, ið bróta eitt sindur frá teimu annars róligu tónunum.

[object Object]Her eru litirnir: CN.02.38 / Deep Melun & EN.02.78 / Nordsjö blushed grey

Sovikamarið: Fá eitt minimalistiskt sovikamar við simplum tónum.
Hendan samansetingin gevur tær hvíld og ró. Tað týdningarmiklasta í hesum sambandinum,  er at innrætta minimalt og eftir somu tónum sum veggjalitirnir. Nýt síðani svart sum t.d. eina svarta lampu, svartan ljósastaka ella eitt svart seingjarborð fyri at skapa eitt tíðarleyst rúm við elegantum elementum.

[object Object]Her eru litirnir: J5.03.71 Tranquil Dawn, T3.04.12 Nordsjö cobalt night & CN.02.38 Deep Melun

Sovikamar: Heystligt sovikamar við djúpum litum

Nýt tín kreativitet við at mála rúmið olivengrønt. Her fært tú eitt rúm við sterkari persónligheit. Brúka ársins lit Tranquil Dawn í vindeygakarminum fyri at gera rúmið bleytari og ljósari. Tú kanst prýða karmin við vøkrum vasum o.ø., og  síðani kanst tú pynta songina við koddum úr hør og velour, teppum o.ø., fyri at fáa eitt hvassari útrykk.

[object Object]Her eru litirnir: J5.03.71 Tranquil Dawn, B5.05.52 Heart wood & F1.35.35 Nordsjö cinnamon cake

Køkurin: Njót ein nátúrligan køk við heitum tónum.
Ein ljósagráur litur skapar eitt róligt huglag inni í køkinum, har ið tú gert mat og ert saman við tínum kæru í. Fá industriella stílin av borðplátuni bleytari við at mála skápshurðarnar í Tranquil Dawn. At enda fært tú ein ljósan og sofistikeraðan køk við litríkum detaljum og grønum plantum.

[object Object]Her eru litirnir: T5.03.76 Nordsjö bluish haze & J5.03.71 Tranquil Dawn

Køkurin: Fordjúpa tína matgleði í einum kreativum køki.

Samanset ein djúpan olivengrønan lit til svarta køkin, og nýt síðani Tranquil Dawn til restina av vegginum. Hetta fyri, at fáa køkin meira opnan ella ljósan. Hesir litirnir hóska sera væl saman við trætilfari, plantum og ljósum elementum, so sum hvítari betongplátu ella hvítum krukkum og svørtum detaljum, ið skapa kant inni í rúmimum saman við skápshurðunum.

[object Object]Her eru litirnir: J5.03.71 Tranquil Dawn & F1.35.35 Nordsjö cinnamon cake

 

 

Guðrið Helgadóttir í Gong, innandura arkitektur

[object Object]

Eg eri 27 ára gomul og búsitandi í Tórshavn. Eg eri útbúgvin Innandura arkitekt úr Manchester School of art, og starvist við ymiskum uppgávum frá at gera gólvplan til innrættan av handli, heimi og øðrum útstillingum, eins og grafiskar uppgávur.

Til dagligt starvist eg í Vøruhúsinum á Hjalla sum sølukvinna og við marknaðarføring.