Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss

Partur 5: Tað vóru nógvar løtur har eg var við at gevast, men Martin helt fast og barrin kom upp á pláss at enda. Restina av tíðini sum Nýbyggari, varð okkara terassa nýtt til felagsdøgurðar við hinum trimum pørunum

Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss

(Mynd: André Blinkilde/TV 2)

2020-10-26 20:29 Author image
Sunnvá Dahl Rasmussen 2020-10-26 20:29

Hesa vikuna var tað bakgarðurin, ið stóð fyri skotum. Vit høvdu tilsamans trý samdøgur at innrætta ein garð á 100 fermetrar. Eftir á leið tvær vikur við nógvum byggistøvi, varð deiligt at sleppa út at arbeiða. Ella tað væntaðu vit í øllum førum.

Les eisini:

Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera

Vit hava ongantíð roynt at innrætta ein bakgarð og vistu tí heldur ikki, hvussu strævið havaarbeiði kann vera. Av tí, at vit bert høvdu tríggjar dagar til garðin, var tað sera avmarkað hvussu stórar ætlanir, vit kundu leggja okkum. Eg haldi tó, at okkara ætlanir vóru ríkiliga stórar.

[object Object]

Martin og eg búgva í eini íbúð á 61 fermetrar. Tað merkir, at plássið ikki er nógv, og tað hevur nógvar avmarkingar við sær. Mær dámar serliga væl at hava vinfólk á vitjan og at ráðleggja hugnakvøld, veitslur, felagsdøgurðar o.s.fr. Tað er tó sera avbjóðandi, tá plássið er so lítið. Tí avtalaðu Martin og eg beinanvegin, at bakgarðurin skuldi verða eitt ískoyti til stovuna soleiðis, at vit fingið nakrar eyka fermetrar at nýta.

Terassan skuldi verða 45 fermetrar. Av fyrstan tíð ynsktu vit, at hon skuldi verða enn størri men av tí, at tíðin var so knøpp, varð neyðugt at raðfesta at fáa garðin lidnan.

[object Object]

Vit høvdu ikki so nógv hugskot til, hvat seinna helvtin av garðinum skuldi nýtast til. Vit høvdu avtalað frammaundan, at vit ynsktu at planta rabarbur og hava eina eplaveltu, ið tó endaði við at gerast til ein eplakassa. Urtakassarnar bygdu vit burtur úr avlopinum frá terassu brettunum. Epli og rabarur er tað einasta, vit kenna úr okkara barndómshavum heima í Føroyum, og tí varð tað týdningarmikið fyri okkum, at fáa tað við í garðin. Afturat tí plantaðu vit jarðber, brobber, myntu, rósmarin, grønleyk og basilikum.

Vit valdu at gera eitt eldstað, tí tað halda vit vera sera hugnaligt og er samstundis lutfalsliga skjótt at seta upp. Tað krevur ikki so nógv tilfar, og er tí eisini í bíligara endanum. Eisini valdu vit at leggja træflis, tí tað var skjótt at spjaða út á eitt størri øki. Hetta eisini grundað tíðartrýst. Vit høvdu stórar trupulleikar við at bera træbularnar rundan um húsini. Teir vigaðu sera nógv, og hetta varð gjørt um náttina, tá øll hini pørini vóru farin til songar.

Martin og eg máttu royna sum frægast, og tað eydnaðist. Tað var sama skil við barrini. Barrina funnu vit brúkta í einum handli, ið stongdi og tí seldi alt innbúgv. Barrin vigar áleið 100-200 kilo og er gjørd úr reinum eik træið. Tað tók Martini og mær 1,5 tíma at flyta barrina rundan um húsini. Tað vóru nógvar løtur í teimum 1,5 tímanum, har eg var við at gevast, men Martin helt fast og barrin kom upp á pláss at enda. Tá vóru vit eisini móð.

[object Object]

Vit byrjaðu upp á bakgarðin ein leygardag og arbeiddu tí leygardag, sunnudag og mánadag. Allir vanligir handlar eru stongdir sunnudagar í Silkeborg, og harafturat var mánadagurin heilidagur, og tá vóru handlarnir eisini stongdir. Av tí sama var sera trupult at fáa fatur á ymiskum, ið vit skuldu brúka. Vit máttu tí brúka nógva tíð upp á at keypa endurnýtlu. Vit elska endurnýtslu, men tað er sera trupult at finna júst tað einum tørvar upp á so stutta tíð. Vanliga royna vit at keypa endurnýtslu, men um vit ikki finna tað vit ynskja á endurnýtsluheimasíðunum, plaga vit at hava møguleikan at keypa tað í einum handli. Tað høvdu vit ikki hesuferð og tí er alt, ið vit hava keypt til havan endurnýtsla. Bert terassubrettini eru keypt í einum timburhandli.

Restina av tíðini sum Nýbyggari, varð okkara terassa nýtt til felagsdøgurðar við hinum trimum pørunum. Hon fekk júst tað endamálið, ið vit ynsktu.

Mikudag fara vit inn aftur, tá vit skulu byggja og innrætta tvey rúm. Í okkara føri verður hetta; gestakamar og kontór. Vónandi vilja tit fylgja við tá.

// Sunnvá

 

------

 

[object Object]

Navn: Sunnvá Dahl Rasmussen

Aldur: 25 ár

Stutt lýsing: Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.

Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.

Instagram: @Sunnvadahlrasmussen

Facebook síða: Nybyggerne - Sunnvá & Martin