Stuttligar jólakúlur

Nú er tann tíðin longu komin aftur, har vit fara at hugsa um, at pynta til jóla.

Stuttligar jólakúlur
2020-11-30 13:50 Author image
Birita Sjúrðaberg 2020-11-30 13:50

Nú er tann tíðin longu komin aftur, har vit fara at hugsa um, at pynta til jóla. Tað er ymiskt, hvat fólk halda um tað, men við hesum jólaprýðinum, skuldi tað helst verið stuttligt, at pynta til jóla.

Summi ganga tó høgt uppí, at jólatræið skal vera vakurt og klassiskt pyntað við eins jólakúlum, ella við fáum útvaldum litum, soleiðis at alt hóskar saman. Men tey seinastu árini, er eitt annað rák fari at gera um seg, og tað sær út til, at hetta rákið heldur fram í ár. Tað snýr seg um at pynta jólatræið við ymiskum stuttligum og serstøkum  jólakúlum, og samstundis kann jólatræið  síggja eitt sindur rokaligt út. Hesar festligu jólakúlirnar gera tað møguligt, at seta ein persónligan dám á jólatræið.  

[object Object]

 

Um tú ávíkavist keypir jólaprýði á alnótini ella í handlum, hygg so fegin eftir slíkum jólaprýði, og prýð træið við croissantum, bananum, pizza, ísvaflum, hotdog, avocado og øllum millum himmal og jørð!

Prei Til ber sjálvsagt eisini at hanga hesar jólakúlir á greinar ella í vindeyguni.

[object Object]

 

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist á goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.

[object Object]