2020-05-30 19:12 Author image
Anna Elinborgardóttir Sewohl 2020-05-30 19:12

Fyri umleið trimum árum síðani keyptu maðurin og eg okkara dreymahús. Húsið er ein eittplans villa á 177 m2 við einari 26 m2 garagu. Støðufrásøgnin av húsinum hevði ongar viðmerkingar og tískil hava vit keypt húsini í bestu trúgv.

Vit hava leysliga sett húsini í stand, sett gips á allar veggirnar, spartlað, málað og so hava vit fingið okkum nýggjan køk, nýtt bryggers og nýtt baðirúmsinventar.

Vit hava tíverri møtt fleiri avbjóðingum í sambandi við húsakeypið. Á heysti í 2019 funnu vit ein fuktskaða á takskegginum uttanfyri á vestursíðuni á húsinum. Eisini hava vit sæð ein størri setningsskaða á tekjuni.

[object Object]

Tak vindeyðu og undir tak bleiv tikið av uppá ca i viku

[object Object]

Eisini skal verða tíð til pausu í sólini.

Tað var heppið, at vit høvdu ognarskiftistrygging. Vit ringdu beinanvegin til tey, og stutt eftir sendu tey ein byggiverkfrøðing út at kanna húsini og boðini vóru ikki góð:

Tekjan var undirdimensionerað og har vóru nógvir feilir  í tekjuni, sum eisini var orsøkin til fuktskaðan, og hetta skuldi kannast gjølla og tað gjørdist meira og meira komplekst.

[object Object]

René og eg eri í gongd við at takað loft osfr. niður í stovuni.

Vit hava verið til fleiri fundir við ongarskiftistryggingina, timburmenn, byggiverkfrøðingar o.s.fr, og eftir fleiri samráðingar komu vit til eina loysn: tekjan skal skiftast.

Hvat merkir tað, at tekjan skal skiftast? Alt skal av, taksteinar, undirtak og sperr. Av tí at vit hava loft til kipp í helvtini av húsinum skulu loftini eisini av, t.v.s., at vit skulu nú hava opið til Várharra í helvtini av húsinum.

[object Object]

[object Object]

Gavlur tikin av og presenning løgd á.

Men vit sleppa ikki heilt snikkaleys frá verkætlani. Verkætlanin er dýr og ognarskiftistryggingin dekkar ikki alt. Harumframt hava vit sjálvi verið í gongd við at ríva alt takið niður, áðrenn byggifelagið kemur framat at taka sperrini niður og byggja húsið uppaftur. Longu eru nógvar seinkingar – umleið tvær til trýggjar vikur.

[object Object]

Taksteinarnir verða tiknir av, tað tók 1 dag við hjálp fra góðum vinfólkið.

Eg fari í næstum at taka tykkum við í okkara verkætlan, so fylgið við í 2. parti.

Um tit hava spurningar ella ynskja at forvitnast, eru tit vælkomin at fylgja við á mínum instragram vanga: @annas_hverdags_peaks 

-----

Stutt um Annu:

[object Object]

Anna Elinborgardóttir Sewohl, 33 ár
Búgvi saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster.
Arbeiði sum tannrøktari.
Elski at blogga um innrættning og matgerð