Tá húsakeypið verður ein marra – 2. partur

Vit búgva í húsinum, hóast tað er eitt stórt byggjarí. Í næstum skulu vit seta vindeygu í, leggja taksteinar á, gera takskegg, takrennu og nógv annað

Tá húsakeypið verður ein marra – 2. partur
2020-06-09 20:03 Author image
Anna Elinborgardóttir Sewohl 2020-06-09 20:03

Seinast eg bloggaði um okkara verkætlan, vóru vit enn í gongd vid at ríva niður. Nú eru timburmenninir endiliga komnir. Teir hava verið í gongd síðani 11. mai, og tað hevur lætt nakað um hjá okkum og hevur tikið eina stóra byrðu av okkara herðum.

Les 1. part her

Hóast teir hava tikið yvir, so hjálpa vit til hvønn dag og allar fríløturnar fara til verkætlana. Maður mín hevur spart feriu upp fyri at hann kann hjálpa teimum so nógv sum gjørligt og hann er eisini byggiharri yvir verkætlani, so at allar avgerðir skulu ígjøgnum hann og alt tad kosmetiska skal ígjøgnum meg.

[object Object]

[object Object]

Eg arbeiði eisini upp á húsini allar tær fríløturnar, ið eg havi. Arbeiðið fevnir um alt frá at bera burtur, rudda upp á byggiplássinum, stoypa, grava o.s.fr. Hóast tað er hart arbeiði, er tað feitt at vera vid í allari tilgongdini og eisini sleppa at leggja hond á egið byggjarí. Eg havi ikki serliga gott skil fyri tí, men heldigvís eru tað onnur, ið eru her, ið hava.

Hvussu langt eru vit komin? Fyrstu vikunar fingu vit reist sperr, lagt undirtak á, sett límtræsbjálka og metalstólpar upp, múrað garaguna upp av nýggjum og bygt skjøldur upp á okkara nýggju hædd, isolerað og gjørt klárt til vindeygu.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hendan tilgongdin er so spennandi. Hvønn dag eg komi heim úr arbeiði er broytingar í húsinum. Vit búgva í húsinum, hóast tað er eitt stórt byggjarí. Í næstum skulu vit seta vindeygu í, leggja taksteinar á, gera takskegg, takrennu og nógv annað.

Tá timburmenninir eru lidnir, skulu vit í gongd við at byggja húsini innan, stovu og 1. hædd. Har vit skulu leggja gólv, gera loft, byggja veggir upp, mála o.s.fr.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hóast tilgongdin er spennandi, er hon samstundis hørð. Vit brúka alla okkara orku og fríløtur upp á húsið, og møðin hevur alvoliga sett seg í okkum, men vit gleða okkum til at vit fara heim til Føroyar í 10 dagar í summar, soleiðis at vit fáa eina væl uppibornan steðg frá húsaverkætlanini.

Í næsta parti fari eg at skriva meira um, hvat vit hava valt av matrialum sum t.d. sum loft, gólv, vindeygu og eisini fara vit at taka tykkum við í uppbygnaðin av húsinum. Eg GLEÐI meg at sleppa at innrætta og eg havi longu keypt at møguligt, sum vit slett ikki hava pláss fyri beint nú, men sum eg gleði meg til at seta upp í okkara ”nýggja” húsi. Eisini ætli eg mær at keypa okkurt føroyskt málarí sum skal prýða veggirnar í okkara heimi.

[object Object]

Vit vóna, at húsini eru klár til jóla, so at tað er langur vegur enn, men vit hava gott mót og vóna, at vit ikki fáa ov nógvar avbjóðingar á vegnum.

Um tit hava spurningar ella ynskja at forvitnast, so fylgið vid á mínum Instragram vanga @annas_hverdags_peaks.

 

-----

Stutt um Annu:

[object Object]

Anna Elinborgardóttir Sewohl, 33 ár
Búgvi saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster.
Arbeiði sum tannrøktari.
Elski at blogga um innrættning og matgerð