Tá húsakeypið verður ein marra – partur 4

Okkara mál er at vera liðug til jóla

Tá húsakeypið verður ein marra – partur 4
2020-12-20 22:10 Author image
Anna Elinborgardóttir Sewohl 2020-12-20 22:10

Nú er nakað síðani at eg seinast skrivaði um okkara húsaverkætlan. Vit hava verið í gongd við nógvar uppgávur í húsinum, sum hava kravt nógv av okkum, men sum man ikki sær. Sum til dømis at gera klárt til troldtekt loft, el arbeiði, spartla gólv og so víðari.

[object Object]

Vit arbeiða í húsinum hvønn dag, og nú eru vit komin væl áleiðis. Vit hava málað alt húsið. Gólvið eg rættað av og gjørt klárt til tað nýggja gólvið, sum verður lagt á í skrivandi stund, og so hava vit sett troldtekt loft og spottar upp.

Hóast at vit eru komin so langt, so haldi eg veruliga at tad er “FREAKING” strævið, og vit eru so troytt. Satt at siga hava vit ikki havt eina fríløtu, síðani vit vóru í Føroyum í summar.

[object Object]

[object Object]

Okkara mál er at vera liðug til jólar, men tað krevur at alt skal ganga sum smurt. Ætlanin er, at gólvið skal vera komið á, og listarnir settir upp á jólum. Fyrst í desember kom trappa til aðru hædd.

Eg gleði meg so nógv til at húsið ikki longur líkist einum byggiplássi, tá stilladsið verður beint burtur og eg kann byrja at innrætta.

Tað er eingin loyna at eg verið mega skuffað um vit ikki klára tað til jólar, eg elski jól og eftir vit hava fingið okkara egnu hús, elski eg eisini at halda jól heima hjá mær sjálvum.

Eg vóni, at eg sleppi at pynta til jólar, eg havi longu planlagt hvussu gelendarin á trappuni skal pyntast og hvar jólatræið skal standa, pssst vit hava næstan pláss fyri einum seks metur høgum jólatræi.

Men tað gongur frammá hvønn dag og eg eri so ótolin. Næsti bloggur fer at vísa, at tað ikki longur er ein marra, men meira innrætting og kanska eg eisini vísi á onkra áðrenn-ímeðan-og-aftaná-mynd.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Á mínum instagramvanga leggi eg av og á filmar út av húsinum. So um tit hava spurningar ella ynskja at forvitnast so kunnu tit fylgja við á mínum Instragram vanga: @annas_hverdags_peaks.

 

-----

Stutt um Annu:

[object Object]

Anna Elinborgardóttir Sewohl, 33 ár
Búgvi saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster.
Arbeiði sum tannrøktari.
Elski at blogga um innrættning og matgerð