2020-09-22 22:20 Author image
Beinta V. S. Hentze 2020-09-22 22:20

Tann 1. mai fór eg ein túr til Klaksvíkar. Hetta var fyrsti túrurin efir, at landið fór niður í ferð av korona. Tað var ikki sørt, at eg var eitt sindur bangin og nervøs. Bæði tí, at korona hevði fylt so nógv í samfelagnum tær seinastu vikurnar. Men eisini tí, at eg visti ikki hvussu eg fór at vera móttikin. Eg skuldi til ein av okkara fremstu tónleikarum í Føroyum. Ongan annan enn country kongin Hallur Joensen.

Hallur og kona hansara Annika tóku væl ímóti mær, so eg føldi meg beinavegin væl til passar inni í teirra hugnaliga heimið. So skjótt, sum eg kom inn, sá eg at heimið er akkurát líka serligt og hugnaligt, sum tey bæði eru. Sjálvt hundurin hjá teimum Silke tók væl ímóti mær.

Vit settu okkum niður við borðið og fingu okkum ein kaffimunn, og fingu okkum eitt prát.

[object Object]

Hvør er Hallur Joensen?

Hallur er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Tey eru seks systkin, har Hallur er yngstur. Hann hevur altíð havt stóran áhugað fyri tónleiki.

Longu sum 9 ára gamal dugdi hann, at spæla uppá guitar. Tá hann akkurát var blivin 13 ár, fór hann í eitt orkestur, sum kallaðist ”Haihko”. Teir spældu rokktónleik og vóru so væl umtóktir, at teir spældu hvørt fríggja og leygarkvøld. Soleiðis gekk tað fyri seg í átta ár, inntil Hallur sum 21 ára gamal segði, at nú tímdi hann ikki at spæla við í orkestrum meira. Tá spældi hann í fleiri orkestrum.

[object Object]

[object Object]

Ungdómsárini vóru ikki bara gleði og gleim hjá Halluri. Hann var heilt ungur, tá hann brádliga misti pápa sín, sm doyði av blóðtøppi. Tað var faktiskt pápin, sum skapti Hall sum country sangara. Pápin sjálvur var ein íðin country fjeppari.  

Hallur fann sín lívs kærleika Anniku í ungum aldri. Tey bæði vóru einans 15 og 17 ára gomul, tá tey gjørdust par. Tey hava hildið saman síðani, og eru nú 51 og 53 ára gomul. Tey høvdu ikki verið par leingi, tá tey fluttu í íbúð saman. Sum 18 og 20 ára gomul fóru tey niður til Danmarkar á háskúla í tríggjar mánaðar.

Árið eftir fluttu tey niður aftur, tí Annika skuldi læra til tannteknikara. Hallur skuldi arbeiða. Tað var meiningin, at tey bert skuldu vera í Danmark í eitt ár. Men ta eina árið bleiv til 16 ár. Í tey 16 árini fingu tey børnini Jessicu og Alex.

Annika kom at ganga í flokki saman við eini gentu, sum átti eina mostur, ið var sangari. Hallur og hendan mosturin byrjaðu eitt orkestur, sum kallaðist Westenblues. Orkestrið var til í øll tey 16 árini, Hallur og familjan búðu í Danmark. Tey spældu alt Danmark upp og niður. Tey vóru eisini umborð á Norrønu og í Føroyum og spældu.

Tóku avgerð at flyta yvir nátturðaborðið

Tað var sera tilvildarliga, at Hallur og familjan fluttu heim aftur til Føroya. Faktiskt kom avgerðin um at flyta heim yvir nátturðaborðið. Annika hevði eina gamla ommu heima í Føroyum. Eitt kvøldi segði Annika, at nú hevði omman aftur ringt, og spurt nær tey fluttu heim.

Áðrenn Annika og Hallur vistu av, róptu bæði børnini ”Jubii vi skal flytte til Færøerne”. Hallur hugdi uppá Anniku og svaraði ”Skulu vit tað?” Soleiðis bleiv tað. Ætlanin var, at tey skuldu flyta heim um veturin, men longu tvær vikur eftir avgerðina vóru bæði bilar og hús seld.

Tey øll fýra høvdu búð í Føroyum í nakrar mánaðir frammanundan. Tá høvdu børnini gingið í skúla her heima, so tey vistu, hvat tey komu heim til. Hallur og Annika keyptu húsini hjá ommuni, og bygdu eina hædd afturat. Hetta var í 2007, at tey fluttu heim aftur.

[object Object]

[object Object]

Í 2017 skuldi sonurin Alex byrja í skúla í Danmark. Bæði Annika, Hallur, omman og hundurin fóru við til Danmarkar. Tað var so óheppið, at hundurin doyði akkurát tá tey komu til Danmarkar.

Hallur vildi hava ein nýggjan hund beinanvegin aftur. So tey fingu sær hundin Silke. Av tí, at Silke búði í eitt ár sum hvølpur í Danmark, so skilir hon bara danskt. Aftur á hesum túrinum í Danmark, sást hvussu spontan hjúnini eru. Tá alt var sent heim til Føroyar – Sjálvt omman og hundurin – valdu tey at vera verandi í Danmark í eitt ár.

Vilja helst hava gomul ting við eini søgu

Tá spurt verður um, hvør stendur fyri innrættingini í heiminum. Er svarið rættliga ofta ”Tað geri eg/konan”. Men tá eg setti sama spurning til Hall, var svarið púra greitt. ”Tað gera vit bæði”. Nógv kenna yvaleyst Anniku fyri innrætting. Hon er málari og hjálpur fólki við litum í heiminum.

Tá eg kom inn til Hall og Anniku, sá eg beinavegin, at tey høvdu stóran áhuga fyri gomlum tingum. Rætt hevði eg, tí Annika greiddi frá, at tey næstan bara fara eftir sokallaðum luksus loppum.

Fyri at skaffað sær so gomul og áhugaverd ting sum møguligt, brúka tey rótikassar, loppumarknaðir og endurnýtslu handlar. Vinir og kenningar vita, at teimum dáma væl at hava øðrvísi innrætting enn onnur. Tað kemur meira enn so fyri, at onkur ringir og sigur, at tey hava okkurt áhugavert til teirra. Og tað er ikki bert heima í Føroyum, at tey skaffað sær tingini. Tey hava ávís støð uttanlanda, har tey fara at leita eftir tingum, tá tað liggur fyri.

Alt í húsinum er gamalt, alt uttan Ikea køkurin (Sum ikki er heilt nýggjur. Bleiv keyptur tá tey bygdu húsini fyri 11 árum síðani). Til dømis kann nevnast at skápið í stovuni er 100 ára gamalt.

Tað sum mær dámdi sera væl er, at rúmið har stovan og køkurin eru, hevur so nógvar funktiónir. Rúmið virkar bæði sum køkur, sjónvarpstova, spísistova, skrivstova og hugnakrókur. Hallur hevur sítt skrivborð inni í stovuni, tí har sær hann alt, sum hann hevur brúk fyri. Hann sær Anniku stákast í køkinum, sjónvarpið, Klaksvíkina úr vindeyganum og so kann hann tosað við fólk umvegis Skype.

 Tá Korona herjaði í mars/apríl mánaða manglaði Hallur eitt skrivaraborð. Av tí, at allir endurnýtslu handlarnir og rótikassin vóru stongdir akkurát tá, so mátti borðið bíða. Men tað gjørdi einki, tí Hallur vildi ikki hava bara eitthvørt skrivaraborð, sum hundrað onnur eiga. Nei, hann vildi hava eitt gamalt skrivaraborð við eini søgu, akkurát líka sum hansara gamla skrivaraborð hevur. Akkurát hetta við, at tað skal vera gamalt og hava eina søgu, er við øllum í heiminum. Annika og Hallur fara ikki inn í ein vanligan innbúgvshandil at keypa, manglar temum nakað.

Eg hugsi ikki um, at eg eri kendur

Hallur hevur altíð verið tónleikari. Men tað var í 2008, at tað veruliga kom gongd í hansara tónleikaligu yrkisleið. í 2008 kom tann fyrsta fløgan hjá Halluri út í handlarnar. Fløgan sum kallaðist Pickin´Time in Nashville, var tann best selda fløgan í Føroyum tað árið. Fløgan er innspæld í Nashville. Orsøkin til, at Hallur valdi at geva eina fløgu út, er sera rørandi. Hann vildi geva pápa sínum eitt minni, og tað var einki betri minni enn ein country fløga. At geva eina fløgu út, vísti seg skjótt at vera tað rættað. Hallur hevði ikki droymt um, at fløgan fór at vera so væl móttikin, sum hon bleiv.

[object Object]

Hallur hevur altíð hildið seg verið undirhaldara, tí hevði hann ikki væntað, at hann fór at liva av, at spæla tónleik. Tað gekk ikki serliga long tíð, so var alt tað heila hamrandi seriøst.

Gott nokk er Hallur sera væl umtóktur her heima, men hóast tað, so spælir hann nógv mest uttanlands. Øll biðja hann um at koma aftur at spæla. Hetta ger, at hann verður konfronteraður um, at tey veruliga tíma at lurta eftir sær. Annars høvdu tey jú ikki biðið hann komið aftur. Hallur hevur spælt í Hetlandsoyggjunum tíggju ár á rað.

Um summrarnar er Hallur altíð uttanlands. Hann fer vanliga avstað fyrst í juni og kemur heim aftur í august. Hetland, Norra, Spania og Danmark eru nøkur av londunum, har Hallur er vanur at spæla. Eini 25 ferðir um árið, er Hallur uttanlands á tónleikaferð. Í ár var faktiskt meiningin, at hann skuldi fara til Litava at spæla, men orsakað av korona, bleiv tann tónleikaferðin til einki.

Hóast Hallur ofta er uttanlanda, so spælir hann onkuntíð í Føroyum, men tað er mest til surprice party, føðingardagar, brúdleyp og onnur smá tiltøk. Hann spælir sjálvdan til dans longur, hóast trúfastur gestur á Country festivalinum. Í ár var hann eisini spurdur um, at spæla á Bátafestivalinum í Miðvági og á Toftum.

Hallur er ein seriøsur tónleikari

Hallur arbeiðir allatíð uppi í høvdinum, við hvørjar ætlanir hann hevur fyri framman. Tildømis kann hann gott finna uppá at siga ”Tù Annika, handan sangin kundi eg gott hugsað mær at spælt.” Tá Annika so spyr nær og hvar er svarið ” Í Litava um tríggjar mánaðar”

Hallur arbeiðir sera nógv við, at spæla rætta tónleikin á rætta staðnum. Vanliga venur orkestrið seks ávísar sangir, men tá teir so koma til tiltakið, og Hallur sær hvørji fólkini eru, velur hann at broyta allar sangirnar. Hetta tí teir kanska hóska seg til júst hesa fólkamongdina. Tónleikararnir, sum eru við Halluri, vita væl av, at sjálvt um teir hava vant seks bestemtar sangir, so er stórur møguleiki fyri, at allir seks sangirnir ikki eru teir røttu. Tá er einki annað at gera enn at broyta teir.

Hallur hevur eitt sera gott minni, og kennir væl fólkini aftur. Tað kemur meira enn so fyri, at Hallur minnist eina konu, sum hann sá í einum brúdleypið fyri 13 árum síðani. Konan kom og bað Hallur spæla onkran bestemtan sang tá. So spælir Hallur sangin aftur, og rakar beint á.

Hugsi ikki um, at eg eri kendur

Hallur og Annika hugsa als ikki um, at Hallur Joensen er eitt kent navn her heima og eisini í øðrum londum. Men tað er altíð onkur, sum kemur yvir at heilsa uppá, tí at hann er akkurát Hallur Joensen.

Fólk, sum tey als ikki kenna, kunnu gott koma yvir og siga ”1000 takk fyri tónleikin” og síðani ganga víðari. Hallur sigur í spølni, at tá hann fer at keypa mjólk í Keypsamtøkuni er mjólkin súrnað, áðrenn hann yvirhøvur kemur heim aftur (Hallur og Annika búgva beint yvirav FK). Tí hann skal altíð tosað við fleiri á vegnum. Av tí at Hallur er sera góður við øll, óansæð hvørji tey eru, so er tað eisini nógv sum takað eitt prát við hann, tá tey síggja hann.

[object Object]

[object Object]

Óansæð um tú ert tú ella Hallur Joensen, so kann alt blíva ov nógv av tí góða, og ein gerst stressaður. Soleiðis er tað eisini við Halluri. Tá er tað gott, at Annika klárar at halda honum í skák og mát, við at siga ”Minst til, at tú er bara tú”. Tá er tað sera umráðandi fyri Hall, at minnast til at orsøkina til, at hann er biðin um at spæla, er akkurát tí at hann er HALLUR JOENSEN.

Tað er ikki orsøk til at stressað seg um, hvønn sang hann skal spæla. Tí fólkið vil sjálvandi hoyra hansara sangir, og ikki aðrar sangir, sum tey ikki duga at syngja við til. Tá kemur Hallur uppá pláss aftur og fyrireikar sínar egnu sangir.

Til tíðir setur Hallur seg niður í ein tóman stól í salinum og spyr seg sjálvan ”Hallur Joensen kemur inn nú, hvat forvantar tú at hoyra?”. Soleiðis kemur hann fram á, hvørjir sangir møguliga eru teir røttu at syngja. Tað eru jú teir gomlu slagararnir, sum tey flestu vilja hoyra aftur og aftur. Á nýggjárinum, tá Hallur hevði sungið ”Kyss ein eingil hvønn morgun” til ein dans, hevði hann sagt, at nú vildi hann ikki longur spæla tann sangin aftur, tí nú var eitt nýtt ár. Longu til næsta dansin varð rópt ”Kyss ein eingil hvønn morgun” aftaná hvønn sang. So tann ætlanin helt ikki leingi.

Tað var í einari lýsing um ein dans í høllini á Nabb, at navnið ”Hallur Joensen – Country kongurin í Føroyum” kom. Tað var trummuspælarin James Olsen, sum tilvildarliga kom við navninum. Fyrstu og aðru ferð, navnið bleiv nevnt, flenti Hallur bara eftir tí.

Men triðju ferð byrjaði hann at hugsa, hvat ólukkan hatta var fyri nakað, tí eftir hansara hugsan, so vóru tað nógvir aðrir, sum heldur áttu at verið kallaðir ”Country kongur”. Nú hevur Hallur vant seg við navnið, og er glaður fyri, at navnið bleiv akkurát Country kongurin og ikki okkurt annað meira óheppið navn.

Mín meting

Áðrenn eg spurdi um samrøðu við Hall Joensen, visti eg hvør hann var. Men tað var sera læruríkt, at hoyra hansara søgu. Eg fekk beinavegin varhugan av, at Hallur og Annika eru sera góð við hvønn annan. Tað strálaði ígjøgnum alla samrøðuna, hvussu væl tey eru.  Tey hjálpast at í øllum lívsins viðurskiftum, og eru sera góðar fyrimyndir.

Viðvíkjandi innrættingini, kann eg ikki siga annað enn, at eg eri púra vekk í teirra húsið, innrætting og søguni aftanfyri flytingina. Av tí, at mær sjálv dámar sera væl at hava tað gamalt og luksusloppur í míni innrætting, so er teirra máti at innrætta uppá akkurát nakað fyri meg. Tað mær dámdi best er, hvussu nógv ymiskt køkurin/stovan verður brúkt til. Eisini fall eg beinavegin fyri tí lítlu altanini, sum er út frá køkinum/stovuni. Lítil og romantisk, akkurát nakað fyri meg.

Tónleikasøgan hjá Halluri hugtók meg eisini sera nógv. Alt frá ørsøkini til fyrstu útgávuna, og hvussu gongdin hevur verið allan vegin. Líka frá, at hann var níggju ára gamal til nú hann er 53 ár. Í hesum sambandi vil eg fegin nevna, at Hallur hevur givið eina nýggja fløgu út, sum kallast ”Runnin ár”.

[object Object]

Beinta V. S. Hentze