2019-09-26 14:22 Author image
husogheim.fo 2019-09-26 14:22

Kennir tú til vørumerkið Trævarefabrikernes Udsalg? Hetta eru vørur, ið Nema umboðar.

Henda vøra er ein gyltur møguleiki fyri, at fólk kunnu verða kreativ og byggja møblar eftur teirra egna hugflogi.  Møguleikarnir eru endaleysir, so bert hugflogið setur mørkini.

[object Object]

Henda innrættingarloysnin hóskar væl til heim, har plássið er avmarkað. Goymslurúm er í bonkinum. Hetta er ein funktionellur máti, at gagnnýta plássið, ið ein hevur at gera gott við.

[object Object]

Træ er tilfar, ið vit fáa úr náttúruni. Tað er sera haldgott, og ofta eitt natúrligt væl, tá vit vilja hava snøggir møblar, ið skulu tola nakað av. Bæði tá tú vilt hava sterkar og robustar møblar, men eisini aðrar trævørur sum til dømis leikur.

Trævarefabrikernes Udsalg selur træmøblar fyri ein rímiligan prís.

Vørurnar loyva einum at vera kreativur, og at gagnnýta plássið á besta hátt. Man hevur møguleika til at gera nakað, ið eingin annar hevur.

Í hesum sambandi havi eg vent mær til handilsleiðaran á Nema, ið umboðar hesa vøru, og spurt meg fyri um vøruna.

 

Hvat er Trævarefabrikernes Udsalg?

Trævarefabrikernes Udsalg er ein vælkend handilsketa, ið hevur eitt gott orð á sær, við yvir 70 ár á tí danska marknaðinum.

Trævarefabrikernes Udsalg hevur eitt øgiliga stórt úrval av bæði træmøblum og trævørum. Vit hava alt til barnakamari, spísistovuna og køkin, stovuna, heimakontóri, kamari, baðirúm, gongina og restina av húsinum. Teir kunnu sjálvsagt eisini nýtast á kontórum, stovnum og viðtalurúmum.

Vit selja øll sløg av trævørum, mest tilevna furutræ, men eisini í bókaviði, eik, birkiviði, og sumt fæst eisini lakkerað í ymiskum farvum.

Hvar kann vøran síggjast og bíleggjast?

Vanliga mannagongdin er, at kundin sær vøruna í einum katalogi, ella á  heimasíðuni hjá Trævarefabrikernes Udsalg. Fyri at bíleggja eitthvørt, er møguleiki fyri at ringja til Nema, maila, ella at støkka inn á gólvið. Góðskan á hesi vøru er í hásæti, og hava vit ikki upplivað enn, at fingið vøru retur, tí góðskan ikki er í lagið. Teirra heimasíða er: https://www.traevarer.dk/

Hvat leggja tit afturat prísinum, ið er upplýstur á heimasíðuni?

Vit leggja 25% omaná prísin, ið verður upplýstur á  heimasíðuni, og í kataloginum.

Hvussu long er bíðitíðin?

Leveringstíðin er 1-2 vikur uppá vørurnar, ið eru á goymslu. Viðhvørt mugu tey skaffa vøruna heim, og tá kann tað taka 3-4 vikur.

Best umtókta vøran hjá Trævarefabrikernes Udsalg er reolin kubik. Kvaliteturin er sera góður í mun til prísin. Við teirra app, er møguleiki fyri, at tekna tína egnu reol, so tú sært júst, hvat tað er, tú ynskir tær.

Link til upplýsingar um appina: https://www.traevarer.dk/app-information

KUBIK reol til ein og hvønn stíl

KUBIK reolin er danskt design, og hon verður eisini framleidd í Danmark. Kvaliteturin á reolini er í topp, og hevur hon eitt klassiskt og tíðarleyst snið. Reolin er millum tær best umtóknu reolirnar. Úrvali er stórt, og tað finnast fleiri sløg, so ein kann byggja víðari á, um tú ynskir, at seta tín persónliga dám á innrættningina.

Allar KUBIK reolirnar kunnu hangast á veggin, við einum diskretum upphangi. Til ber eisini at hava reolina á einum sokkli ella sum eina flytiliga reol við hjólum undir. Hetta prógvar fleksibilitetin á KUBIK reolini. KUBIK reolin fæst í ymiskum støddum, eisini dýpd og hetta ger, at hon passar til bæði stór og smá rúm.

[object Object]

Her sæst KUBIK reolin heima hjá Louise. Reolin kann setast saman á ymiskar háttir. Á instagram kallar Louise seg fyri: @mortilmernee

[object Object]

[object Object]

Hetta er sama stova, men ein nýggjari mynd. Her hevur Louise sett aðrar KUBIK kassar á reolina. Teir fáast í øðrum litum. 

 

Bygg tína egnu song

Hevur tú avmarkað pláss? Ella dámar tær væl, at seta tín egna dám á innrættingina? Hví ikki gera tína egnu song úr vørum frá Trævarefabrikernes Udsalg. Tú kanst gera hana júst ta støddina, tú kundi hugsað tær, bæði í hædd og longd.

[object Object]

Á myndini omanfyri, sæst ein song, ið er bygt omaná skuffur frá trævarefabrikernes Udsalg.

Kreativur og funktionellur máti, at gagnnýta plássið undir songini uppá.

[object Object]

Hetta er fitt at brúka til song, til tey sindur eldru børnini. Eitt hugskot er eisini, at nýta hetta í einum hugnakrókið í barnakamarinum.

 

Flottur bonkur

Hevur tú eitt stórt vindeygað, við flottum útsýnið, og kundi hugsað tær at havt møguleika fyri at sitið og notið útsýnið? Ella kundi tú hugsað tær at fingið ein bonk aðrastaðnis í tínum heimið? Hví ikki gera tín egna bonk, úr BRICK BOX modulum frá Trævarefabrikernes Udsalg, júst sum Pernille hevur? Hetta er ein sera flott og einkul loysn uppá ein bonk.

[object Object]

Leður púturnar eru seymaðar av einari gamlari sofu, ið var funnin á endurnýtslu. Á instagram kallar Pernille seg fyri @pernille.m.l

[object Object]

Her fær ein veruliga hug at sita og njóta ein kopp av kaffi

[object Object]

[object Object]

Brúnu leðurpúturnar eru seymaðar av eini eldri sofu, ið er funnin á endurnýtslu. Sera smart og kreativt funnið uppá – og ikki minst bíligt.

Vónandi hevur hetta innleggið verið til íblástur og viðført, at onkur av tykkum møguliga fer at kasta seg útyvir eina slíka verkætlan.