Uppskrift: Filipinskur nullurættur

Eg elski at gera ein rætt, sum bæði tey vaksnu og børnini dáma

Uppskrift: Filipinskur nullurættur
2020-02-28 19:02 Author image
Birita Olsen 2020-02-28 19:02

Filipinskur nullurættur, til uml. 4 fólk.

Eg elski at gera ein rætt, sum bæði tey vaksnu og børnini dáma. Og ongantíð betur um tað ikki tekur alt ov langa tíð at gera heldur.

So her er ein góð kombinatión av hesum báðum, sum øll familjan heilt víst fer at elska.

Til ber eisini at gera rættin vegetariskan við at taka kjøtið/høsnarungan úr og nýta grønmetis buljong í staðin.

• 4 pk. nullir (ella ein stóran pakka við 4 portiónum í)

• Uml. 250 g. kjøt ella høsnarunga - skorið í smáar bitar

• Eitt sindur av olju

• 1 stóran leyk - skorið í stórar bitar

• 3 fet hvíttleyk

• 1 tern. Høsnarunga bulliong - upploystan í einum dl. av kókaðum vatnið.

• 1/4 rivið hvíttkáls høvd

• 4 rivnar gularøtur

• 1/2 dl. av soja

• Krydda við pipar

 

Brúka eina stóra pannu (gjarna wok-pannu, um tú hevur eina tílíka), tí rætturin fyllir nógv á pannuni.

[object Object]

1.

Kóka nullirnar, lat vatnið renna frá og rør eitt sindur av olju í.

2.

Svitsa leyk og hvíttleyk á pannuni (til tað er ljósabrúnt) og koyr síðani upploysta buljongterningin í.

3.

Koyr síðani kjøtið/høsnarungabitarnir í og steik til kjøtið/høsnarungabitarnir eru gjøgnumstoktir.

4.

Koyr síðani nullurnar í saman við tveimum spísiskeiðum av olju og soja.

5.

Koyr til endans rivna kálið og gularøturnar í, og “steik” (við lágum hita, og gjarna við lokið á) í umleið 10 min. Krydda síðani við pipar, og møguliga meira soja.

[object Object]

Væl gagnist :)

 

[object Object]

Birita Olsen er 28 ár, uppvaksin Undir Gøtueiði og er nú búsitandi í Saltangará.
Hon er gift við Búgva V. Olsen og eiga tey bæði tvær døtrar, sum eita Annika & Linnéa.

Hon er útbúgvin kondittari, men er í løtuni undir øðrum lesnaði.

Birita fær íblástur ymsa staðni frá, bæði frá bloggarum, av heimasíðum, av bindiklubbum og so eisini heimanifrá.