2020-05-19 21:00 Author image
Anna Elinborgardóttir Sewohl 2020-05-19 21:00

Trongdin til okkurt søtt er heilt sikkurt nakað nógv kenna til. Eg plagi tískil altíð at eiga okkurt lekkurt og sunt inni.

Eg brúki eina uppskrift uppá dadlukúlur, sum var løtt at gera og smakkaði væl.

[object Object]

Dadlukúlur:

150 gram av mandlum ella hasselnøtum

200 gram av dadlum

2 ssk av kakao

Saft frá einari hálvari appilsin

Kokos, kakao ella lakresspulvur til pynt

[object Object]

[object Object]

Blenda alt saman og rulla massuna til smáar kúlur og vend tær í kokos mjøl.

Kúlurnar kunna saktans halda sær í kølisápinum í eina viku, um tú klárar at halda tær so leingi :)

[object Object]

Vælgangist

 

[object Object]

Stutt lýsing av Onnu:

Anna Elinborgardóttir Sewohl, 33 ár
Búgvi saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster.
Arbeiði sum tannrøktari í barnatannrøktini.
Elski at blogga um innrættning og matgerð.