Vunnu hús í Nybyggerne í fjør: Nú eiga Sunnvá og Martin endiliga húsini

Húsini í Silkeborg hava eitt virði upp á 2,6 milliónir krónur. Væntandi flyta tey inn í summar

Vunnu hús í Nybyggerne í fjør: Nú eiga Sunnvá og Martin endiliga húsini

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen (Mynd: Peter Leth-Larsen / TV2)

2021-03-01 16:03 Author image
Sverri Egholm 2021-03-01 16:03

Í november vunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen sendingina Nybyggerne á danska TV2. Samstundis vunnu tey húsini í Silkeborg, sum tey høvdu innrættað, og sum hyggjararnir vikurnar frammanundan høvdu fylgt við í.

Nú hava tey endiliga yvirtikið húsini, sum hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur. Tað er soleiðis, at tey sum luttaka í væl umtøktu sendingini verða funnir umvegis eina upptøkuroynd, og lógin sigur, at tá skal b-skattur rindast av vinninginum.

Hetta er nakað vinnararnir sjálvir mugu taka sær av, og tað kann taka sína tíð, men er nú avgreitt hjá dámligu føroysku nýbyggjarunum.

 
 
 
 
 
View this post on Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Sunnvá D Rasmussen Nybyggerne (@sunnvadahlrasmussen)

- Vit hava fingið lyklarnar til okkara “nýbyggjarahús”, og tey eru alment okkara. Nú kunnu vit byrja at leggja ætlanir um at flyta, skrivar Sunnvá Dahl Rasmussen á Instagram.

Hon skrivar víðari, at síðani upptøkurnar av Nybyggerne er nógv hent. Unnustin, Martin Høgfeldt Olsen, hevur fingið sær ein steðg í starvinum hjá Mærsk, og er byrjaður í skúla til bygningssnikkari. Hann er í gongd við fyrsta partin av útbúgvingini, og tí væntar unga parið úr Havn at flyta til Silkeborg í august mánað.

- Vit gleða okkum sera nógv at byrja ein nýggjan kapittul, og sleppa nærri náttúruni í einum av vakrastu býum í Danmark, skrivar Sunnvá Dahl Rasmussen.

Tá Nybyggerne varð sent í heyst, bloggaði Sunnvá Dahl Rasmussen her á Hús og heim um rúmini. Leinki til hetta er niðanfyri:

Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
Partur 5: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
Partur 6: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
Partur 7: Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk
Partur 8: Tíbetur var gólvið á lagri
Partur 9: Varði í havanum
Partur 10: Kenslubornir dagar í stovuni